Uni Kárason Petersen vart ph.d. um viðgerð av seismiskum dátum
Hósdagin 21. august vardi Uni Kárason Petersen ph.d.-ritgerð sína við Fróðskaparsetur Føroya. Ritgerðin kallast 'Propagation and scattering of reflection seismic waves in a basalt succession'.
Ph.d.-verkætlanin er gjørd á Fróðskaparsetri Føroya og Jarðfeingi. Hon er partur av altjóða samstarvi við universitetini í Oxford, Cambridge og Århus umframt við GEUS (De nationale geologiske undersøgelser for Danmark og Grønland). Vegleiðarar hava verið Morten Sparre Andersen og Robert James Brown, adjungeraðir professarar í jarðalisfrøði á Fróðskaparsetrinum.
Í dómsnevndini vóru
- Trine Dahl-Jensen, senior granskari á Geofysisk Afdeling, GEUS, forkvinna
- Christopher Juhlin, professari, Department of Earth Sciences, Geophysics, Uppsala Universitet
- Philip Christie, vísindaligur ráðgevi, Schlumberger Cambridge Research Limited,
Dómsnevndin gav Una Kárason Petersen ein skarpan gang við nógvum gjølligum spurningum . Hann stóð seg væl, og eftir 3 tímar staðfesti nevndin, at Uni Kárason Petersen hevði staðið munnligu verjuna. Nevndin metti tó, at tað var tørvur á at fáa gjørt nakrar broytingar i sjálvari ritgerðini, áðrenn hon kundi góðkennast endaliga og ph.d. prógv verða latið.
Aftaná verjuna varð fundur, har dómsnevndin útgreinaði, hvat eigur at broytast. Eins og vanligt er í slíkum førum, verður ein freist ásett fyri, nær rættingarnar skulu verða gjørdar og góðkendar.
Um ph.d.verkætlanina
Ph.d.-verkætlanin er íkast til áhaldandi leitingina eftir betri hættum at avmynda løgini undir basaltinum við seismiskum kanningum. Basalt hevur ofta negativ árin á seismikk. Hetta kann samanberast við ekkó í einum rúmi, sum ger tað ringt at hoyra tað, ið sagt verður. Avbjóðingin er at taka óljóðið burtur, so avmyndingin av løgunum verður klárari. Ph.d.-verkætlanin miðar ímóti at geva grundarlag fyri betri viðgerð av seismiskum dátum. Hetta verður gjørt við at kortleggja jarðfrøðina í undirgrundini og beinleiðis at lesa basalteginleikar burturúr seismikkinum.
Verkætlanin er serliga grundað á seismiskar dátur, innsavnaðar á Glyvursnesi nærhendis 700 m djúpu Glyvursnesboringini, umframt dátur frá boringini á Glyvursnesi og hinum báðum djúpu boringunum í Føroyum, nevniliga Vestmanna og Lopra. Harumframt eru seismiskar leitingardátur á tí føroyska økinum nýttar til samanberingar.
Les um Una Kárason Petersen í Heilagrunninum
Mynd: Robert James (Jim) Brown, professari, ið hevur verið vegleiðari, Christopher Juhlin, professari, Department of Earth Sciences, Geophysics, Uppsala Universitet, Uni Kárason Petersen, Trine Dahl-Jensen, senior granskari á Geofysisk Afdeling, GEUS, forkvinna, Hans Pauli Joensen, dekanur á Fróðskaparsetri Føroya og Philip Christie, vísindaligur ráðgevi, Schlumberger Cambridge Research Limited.
(c) setur.fo