Ung við knæskaðum hava ofta verri lívsgóðsku
Ung, sum hava keikt sær knæskelina eina ella fleiri ferðir, hava ofta verri lívsgóðsku og lægri kropsligt virksemi í upp til fleiri ár eftir skaðan. Tað viðførir millum annað, at annars ómakaleysar gerandisuppgávur kunnu vera truplar hjá fleiri.
Tað vísir ein spurnarkanning, sum er gjørd millum øll 15-20 ára gomul í Føroyum. Tey, ið vóru skurðgjørd í knænum, vóru ikki tikin við í kanningina.
Ein vísindalig grein, ið tekur støði í føroysku knækanningini, er kunngjørd í tíðarritinum "Knee Surgery, Sports Traumotology, Arthroscopy (KSSTA)". Høvuðsrithøvundur er Niclas H. Eysturoy, ið starvast sum skurðlækni í ortopedi á Landssjúkrahúsinum.
Endamálið við kanningini var at kanna títtleika, orsøk og ávirkan av knæskeljakeikingum.
Umframt at kanna, hvussu knæskeljakeikingar ávirka lívsgóðsku og kropsligt virksemi hjá ungum føroyingum, hyggur kanningin eftir, um tey, sum høvdu trochlea dysplasi, ið er ein fløt fura handan knæskelina, vóru ávirkaði í enn størri mun enn hini.
Nógv fleiri knæskaðar millum ung í Føroyum
Kanningar hava áður víst, at títtleikin av knæskeljakeiking er fleiri ferðir størri millum ung í Føroyum samanborið við onnur lond.
- Slíkir skaðar eru álvarsamir, og tað kann taka drúgva tíð, áðrenn tann skaddi kemur fyri seg so mikið væl, at hann ella hon kann íðka ítrótt og líknandi aftur, sigur Niclas H. Eysturoy.
Kanningar eru gjørdar uttanlanda av, hvussu fólk við knæskeljakeiking hava tað áðrenn og eftir skurðviðgerðir. Men ein so stór kanning, ið einans fevnir um tey, sum ikki eru skurðviðgjørd, er ongantíð gjørd áður.
- Tey flestu, ið fáa hendan skaðan, verða ikki skurðviðgjørd, og tí hevur verið torført at fylgja við, hvussu tey hava tað. Hendan kanningin av lívsgóðsku og kropsligum virksemi vísir, at tað gongur nógv verri hjá teimum, enn vit hava ímyndað okkum. Lívsgóðskan er í miðal versnað munandi, og kropsliga virksemið nógv minkað, samanborið við ung í sama aldri í Føroyum. ið ikki hava havt knæskeljakeiking. Vit síggja eisini, at lutfalsliga nógv hava trupulleikar við løttum gerandisvirksemi so sum at lata seg í hosur, sigur Niclas H. Eysturoy.
Greinin um knæskeljakeiking millum ung í Føroyum kann frítt lesast her.