Undirtøka fyri stovnsseting av Sjúkrakassagrunni Føroya
Fíggjarnevnd Løgtingsins hevur skrivað álit í málinum um at seta á stovn Sjúkrakassagrunn Føroya, sum m.a. skal kunna lata stuðul til granskingarverkætlanir. Álitið liggur á heimasíðu Løgtingsins.
Granskingarráðið bjóðaði í skrivi til Fíggjarnevndina og Heilsumálaráðið fyrisiting stovnsins fram antin at taka sær av allari fyrisitingini av tí partinum av peninginum, sum ætlanin er at seta av til gransking, ella í øðrum lagi at veita ráð og vegleiðing útfrá okkara royndum við fyrisiting av granskingarstuðli. Hetta varð gjørt, tí vit meta okkum hava neyðugu royndirnar og førleikarnar, og tí skuldi tað verið einfaldari at lagt hetta til okkara, heldur enn at ein nýggj fyrisiting skal byggjast upp.
Sí viðmerkingar okkara í tíðindastubba 26. februar 2012.
Meirilutin í Fíggjarnevndini umrøður ikki uppskotið frá Granskingarráðnum í sínum tilmæli, men minnilutin sigur í sínum tilmæli m.a.: "Nú avkastið av fænum hjá sjúkrakassunum verður tøkt, verður mett, at rættast hevði verið at latið ein av teimum stovnum, sum frammanundan umsita granskingarjáttanir – t.d. Granskingarráðið – virka sum góðkennandi myndugleiki, tá tað kemur til umsóknir um stuðul til granskingarætlanir. Hetta fyri at tryggja fakkunnleika í viðgerðini, og sum heild fyri at sleppa undan, at óneyðuga nógvur peningur verður nýttur til umsiting av granskingarjáttanum."
Fíggjarnevndin mælir Løgtinginum til at samtykkja lógaruppskotið við eini broyting, har ásett verður, at grunnurin innan 10 ár skal hava útgoldið alt grunsfæið sum stuðul. Síðani kann hann verða avtikin.
Málið kemur til 2. viðgerðar í Løgtinginum týsdagin 17. apríl.