Undanfráboðan um stuðul til gransking í hug- og samfelagsvísindum
NOS-HS (The Joint Committee for Nordic research councils in the Humanities and Social Sciences) letur upp fyri umsóknum um miðjan august 2022.
Í Norðurlondum verður nú varpað ljós á ungar granskarar innan hug- og samfelagsvísindi, ið hava trupult við at fóta sær vegna vantandi stuðul og eitt vaksandi tal av tíðaravmarkaðum størvum, samstundis sum føstu størvini fækkast.
Nýggi NOS-HS-verkætlanarstuðulin verður veittur sonevndari ‘bottom-up curiosity-driven’-gransking innan hug- og samfelagsvísindi, og miðað verður eftir at hjálpa nýggjum granskarum at fóta sær tíðliga á yrkisleið (2-7 ár) við norðurlendskum netverkum og til frama fyri norðurlendskt meirvirði í gransking.
NOS-HS er felagsnevndin fyri norðurlendsk granskingarráð við ábyrgd fyri gransking í hug- og samfelagsvísindum. Limalondini eru Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki.
Eitt av høvuðsmálunum hjá nevndini er at skapa norðurlendskt meirvirði í hug- og samfelagsvísindum. Tað inniber m.a. stuðul til samstarv millum norðurlendskar granskarar við fígging av norðurlendskum verkætlanum, ið slóða fyri yrkisleið hjá ungum hug- og samfelagsvísindaligum granskarum í Norðurlondum.
Fyri at fáa stuðul skulu granskingarverkætlanirnar hava luttøku frá granskingarstovnum í minst fýra Norðurlondum, t.e. Danmark, Finnland, Ísland, Noreg, Svøríki, Føroyar, Grønland og Áland.
Ábyrgdarstovnurin skal eisini vera norðurlendskur granskingarstovnur, og verkætlanarleiðarin skal vera viðurkendur granskari við 2-7 árum á baki eftir ph.d. (ella samsvarandi), sum starvast á ábyrgdarstovninum í stuðulstíðarskeiðnum.
Latið verður upp fyri umsóknum um miðjan august 2022, og freistin at søkja verður um miðjan november 2022. Søkjast kann um í mesta lagi 8 mió. NOK, og verkætlanartíðarskeiðið er trý ár. Gevið gætur at dagfestingarnar eins og stuðulsupphæddin ikki eru endalig og kunnu broytast.
Sí meira kunning her.