3ecc0fa8d7cb5804f872bbb35fc73aae.jpg
Skriva út
Lagt út: 22.10.2015

Umsóknarfreist til stuðul til gransking er 15. februar 2016

Komandi freistin at søkja stuðul til gransking verður mánadagin 15. februar 2016 kl. 12.

Til ber longu nú at taka niður oyðublað, vegleiðing og skjal við formligu krøvunum til umsóknir um stuðul á hesi síðuni.

Stuðulin er treytaður av játtan á løgtingsfíggjarlógini 2016. Tað vóru játtaðar 6,5 mill. kr. í Granskingagrunnin fyri 2015.

Til ber at venda sær til skrivstovuna hjá Granskingarráðnum við spurningum ella fyri at fáa vegleiðing í sambandi við stuðulsumsóknir. Tel. 567800 og teldupostur gransking@gransking.fo