Tvær vinnugreinar standa fyri 80 prosentum av útreiðslunum til nýskapan
Føroyskar fyritøkur brúktu tilsamans góðar 546 milliónir kr. til nýskapan í 2022. Tað svarar til 2,2% av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ).
Tað vísa nýggj hagtøl fyri nýskapan, sum Hagstova Føroya hevur ment og kunngjørt í dag. Hetta er fyrstu ferð, at hagtøl um nýskapan í Føroyum verða uppgjørd. Hagtølini eru ment í samstarvi við Granskingarráðið og eru gjørd eftir altjóða leisti eftir ásetingum hjá Eurostat og Oslo-handbókini um nýskapan.
Fiskiveiða og samskifti
Hagtølini vísa, at tað í 2022 serliga vóru tvær vinnugreinar, sum gjørdu stórar íløgur og áttu meginpartin av útreiðslunum til nýskapan. Vinnugreinarnar eru "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" og "Kunning og samskifti". Hesar báðar vinnugreinar áttu tilsamans 80 prosent av útreiðslunum til nýskapan.
Flestu fyritøkur nýskapa
Virksemið innan nýskapan verður millum annað mátað eftir, hvussu stórur partur av fyritøkunum nýskapa. Í tíðarskeiðinum frá 2020 til 2022 nýskaptu 58 prosent av føroyskum fyritøkum, sum hava tíggju ella fleiri starvsfólk. Hetta er á leið tað sama sum í hinum Norðurlondunum.
Allar fyritøkur við tíggju ella fleiri starvsfólkum, sum bjóða eina nýggja vøru ella tænastu, eru taldar við. Tær kunnu eisini hava ment ella vera í gongd við at menna eina nýggja vøru ella tænastu ella nýggja arbeiðsgongd. Nýskapan fevnir eisini um fyritøkur, sum hava framt ella keypt gransking og menning.
Havast skal í huga, at uppgerðin fevnir um tíðarskeiðið, tá koronufarsóttin rakti. Hetta tíðarskeiðið minkaði parturin av fyritøkum, sum nýskapa í fleiri londum í Evropa í mun til tíðarskeiðið undan koronu. Eingin uppgerð er fyri Føroyar fyri tíðarskeiðið undan koronu, og tí ber ikki til at siga nakað um, hvussu hetta hevur ávirkað nýskapanina í Føroyum.
- Tað er sera gott, at vit nú hava fingið hagtøl á økinum, fyrst fyri gransking & menning í summar og nú nýskapan. Farið verður rættiliga niður í smálutir, og hetta fer at geva okkum eitt munandi betri grundarlag at arbeiða út frá, tá vit skulu meta um støðuna á ymsu økjunum og ráðgeva um karmar og kor yvirhøvur.
Tað er altíð neyðugt at taka tøl fyri eitt einstakt ár ella stutt tíðarskeið við fyrivarni. Í hesum førinum er talan um eitt heilt serligt tíðarskeið, bæði í Føroyum og aðrastaðni. Tí meti eg eisini, at vit skulu ansa okkum fyri at gera ov avgjørdar niðurstøður útfrá hesum fyrstu tølunum, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum
Hagtøl fyri nýskapan verða framyvir gjørd annaðhvørt ár, soleiðis at til ber at fylgja gongdini.