Fasdina Policy Papers Sornfelli
Skriva út
Lagt út: 03.09.2024

Tvær verkætlanir fingið stuðul til at granska uttanríkis-, verju- og trygdarmál

Faknevndin fyri skránna um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk - FASDiNA - hevur gjørt av at játta tilsamans  5.624.676 kr. til tvær granskingarverkætlanir.

Hetta eru fyrstu granskingarverkætlanirnar, ið fáa játtan av nýggju granskingarskránni í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum.

Verkætlanirnar, ið fáa stuðul, eru:

The Defence and Security Strategies of the Faroes and Greenland Amidst Great Power Rivalry
Heini í Skorini, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya
Játtan: 2.624.676 kr. 

Greenland's Alliance Dilemma Amidst Great Power Struggles - A Comparison with Arctic and Non-Arctic States and Regions
Maria Ackrén, Nasiffik, Ilisimatusarfik/Grønlands Universitet
Játtan: 3.000.000 kr. 

Granskingarskráin í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum er játtað av Fólkatinginum og fyrisitin av Granskingarráðnum. Tilsamans verða ætlandi 15,7 mió. kr. milliónir játtaðar í tíðarskeiðnum 2023-2026.

Yvirskipaða endamálið við granskingarskránni er at skapa nýggja vitan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum. Eisini er endamálið at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark á hesum økinum.