Tvær umsóknir fingið stuðul á heilsuøkinum
Í dag, 19. desember, er stovningardagurin fyri fyrsta sjúkrakassan í Føroyum. Á hesum degi verður almannakunngjørt, hvør fær játtað stuðul til gransking úr Sjúkrakassagrunninum.
Leita eftir føroyskum genvarianti fyri bróstkrabba
Granskingarnevndin hevur gjørt av at játta kr. 576.000 í stuðli til granskingarverkætlan, sum skal kanna, hvørt tað finnast serligir føroyskir variantar av bróstkrabbagenum. Tað eru fleiri kendir variantar av genunum BRCA1 og BRCA2. Tað er staðfest, at tað eru ymsir variantar í ymsum geografiskum økjum og millum ymiskar fólkabólkar. Nú skal kannast, um tað møguliga eru serligir variantar í Føroyum. Endamálið er at fáa neyvari vitan á økinum og at kunna leggja eina neyvari ætlan fyri bróstkrabbaskreening í Føroyum. Verkætlanin kallast: ”Identifying breast cancer susceptibility genes in the Faroese population and its relation to hereditary breast-ovarian cancer syndrome”. Noomi O. Gregersen er verkætlanarleiðari, og verkætlanin fer fram á Ílegusavninum.
Játtanin varð latin eftir tilmæli frá faknevndini, sum er sett at meta um umsóknir um stuðul frá Sjúkrakassagrunninum.
Játtanin er latin frá høvuðsøki 2, ið er eitt av trimum høvuðsøkjum, sum fæið hjá niðurlagdu sjúkrakassunum skal lutast út til. Høvuðsøki 2 fevnir um gransking og menning á heilsuøkinum í Føroyum.
Í hesum umfarinum varð møguligt at søkja stuðul á tveimum økjum: Hjartasjúkur og Krabbamein. Eitt krav fyri at kunna fáa játtað stuðul er, at tað verður mett sannlíkt, at verkætlanin kann menna heilsuøkið í Føroyum. Tað komu tríggjar umsóknir inn í hesum umfarinum, og ein varð játtað.
Yvirlit yvir allar játtaðar verkætlanir sæst her
Hvør er upplivda nyttan av hjálpartólum
Faknevndin hevur gjørt av at játta kr. 260.000 til eina kanningarverkætlan hjá Ergoterapeutfelaginum við Turið Jacobsen sum verkætlanarleiðara. Verkætlanin kallast: ”Kanning av effektiviteti av hjálpartólatænastum við amboðinum IPPA (Individually Prioritised Problem Assessment).” Endamálið er at kanna, hvussu eldri hjálpartólabrúkarir uppliva ágóðan av at hava fingið hjálpartól. IPPA varð ment í 1990’unum og mátar, út frá upplivingunum hjá hjálpartólabrúkarum, í hvønn mun trupulleikarnir, sum hann hevur identifiserað, eru minkaðir, eftir at hava fingið hjálpartólini.
Hendan játtanin er latin frá Høvuðsøki 1, sum er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.
Yvirlit yvir allar játtaðar verkætlanir sæst her
Les meira um Sjúkrakassagrunnin her
Tilvildarlig mynd