Tvær ráðstevnur innan biotøkni
Arbeiðir tú innan biotøkni og treingir at fáa íblástur ella nýggja vitan, so er møguleiki fyri hesum á tveimum ráðstevnum sum verða hildnar komandi tíðina.
30. september og 1. oktober verður ein bioteknologisk ráðstevna og framsýning í Milan, Italia. Møguleiki verður at hoyra fyrilestrar, taka lut í arbeiðsstovum har týdningarmikil evni innan biotøkni verða viðgjørd. Les meir her og her
Í døgunum 20. til 22 oktober verður eitt forum í Lissabon, Portugal, har umleið 50 persónar far at meta um møguleikarnar fyri ídnaðarligari biotøki og vørum gjørdar úr lívfrøðiligum tilfeingi í europa. Les meir her og her.