9160a2e3d8b69e50afa77b85f26e91d0.jpg
Skriva út
Lagt út: 08.03.2016

Tvær nýggjar greinar um ítróttarfysiologi

Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur saman við øðrum granskarum tvær nýggjar greinar í altjóða tíðarritum hesa vikuna.

Fyrsta greinin er frá størri altjóða grundgranskingarverkætlan, ið lýsir mekanistiska sambandið ímillum fysiologiskar tættir og ymisk mát fyri kropslig avrik.

Seinna kanningin, sum er føroysk burturav, lýsir árinini av eyka intensari venjing á kropsligar førleikar hjá føroyskum úrvalsflogbóltsspælarum.

Fyrra greinin er almannakunngjørd í navnframa vísindaliga tíðarritinum “Journal of Physiology”, sum er mett sum eitt av allarsterkastu arbeiðsfysiologisku tíðarritunum sum eru. Greinin “The mechanistic bases of the power-time relationship: muscle metabolic responses and relationships to muscle fibre type” er frá størri verkætlan á universitetinum í Exeter, UK, har Fróðskaparsetur Føroya hevur tikið lut saman við fleiri øðrum universitetum. Kanningin lýsir sokallaðu Critical Power testina fysiologiskt. CP-testin er ein 3-min all-out test, sum m.a. verður nýtt at meta um stutt og langtíðar arbeiðsevnini hjá úrvalsítróttarfólki. Kanningin vísir m.a. fysiologiska svarið til hesa nýggju test av kropligum førleika, og at hugtakið Critical Power umboðar evnisskiftiskapasitetin hjá typu I vøddatægrunum (teimum vøddarægrum sum hava størst úthaldni og sum eru best til aerobt arbeiði). Kanningin økir um okkara fatan av teimum fysiologisku tættum, sum avgera stutt- og langteinar avrik í m.a. renning, súkkling, rógving og svimjing, og er eitt lið í einari røð av vísindaligum samstarvskanningum ímillum University of Exeter, Københavns Universitet og Fróðskaparsetur Føroya.

Høvundarnir eru A. Vanhatalo, M. Black, F. DiMenna, JR. Blackwell, JF. Schmidt, C. Thompson, LJ. Wylie, M. Mohr, J. Bangsbo, P. Krustrup og AM. Jones.

Stuttur samandráttur av greinini kann lesast her.

Seinnu greinina hevur Magni Mohr saman við Elisabeth Purkhús fingið almannakunngjørt í amerikanska tíðarritinum “Journal of Strenght and Conditioning Research”. Greinin, “High Intensity Training Improves Exercise Performance In Elite Women Volleyball Players During A Competitive Season”, byggir á kanning, ið er framd í Føroyum í samstarvi við føroysk flogbóltsfeløg. Í kanningini framdi ein bólkur av kvinnuligum føroyskum flogbólksleikarum úr bestu deildini skjótleika-treystisvenjing (Speed Endurance Training, sum er: 6-10 ferðir 30 sek all-out renning við 3 min hvíld ímillum) tríggjar ferðir um vikuna í 4 vikur aftrat vanligu venjingini í felagnum. Hetta var gjørt ímeðan føroyska kappingin var í gongd. Ein kontrolbólkur framdi bert vanligu venjingina. Skjótleika-treystisbólkurin hevði eina framgongd á 13-18% í evnunum at fremja hart intervalarbeiði, eina framgongd á 4% í skjótleika og 2% betri eksplosivitet (agility), og hevði størri framgongd í mun til kontrolbólkin, sum bara fylgdi vanligu liðvenjingini. Kanningin vísir, at uppraðfesting av intensari venjing í kappingartíðarskeiðinum økir munandi um kropsligu avrikini hjá kvinnuligum flogbóltsleikarum, og gevur flogbóltsvenjarum vitan, sum eisini kann gagnnýtast í fyrireiking til altjóða kappingar.

Høvundarnir eru Elisabeth Purkhús, Peter Krustrup og Magni Mohr.

Stuttur samandráttur av greinini kann lesast her.

Mynd: Michael Vinther