Turið Poulsen vart ph.d. á Fróðskaparsetrinum
Mánadagin 18. juli vardi Turið Poulsen ph.d.-ritgerð sína í Kongshøll.
Ritgerðin ber heitið "Analysis and modelling of the wind energy resources in the Faroe Islands."
Turið Poulsen hevur gjørt sítt granskingararbeiði í Føroyum og hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Nattúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Hans-Georg Beyer, professari í orkuverkfrøði, hevur verið høvuðsvegleiðari hennara, meðan Bárður Niclassen og Gregor Gibel frá DTU hava verið hjávegleiðarar.
Í metingarnevndin vóru:
Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni og adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya
Ana Estanqueiro, leiðandi granskari á Laboratório Nacional de Energia e Geologia í Lissabon
David Infield, professari á Institute of Energy and Environment, University of Strathclyde í Glasgow.
Metingarnevndin metti, at ritgerðin og framløgan vóru á góðum vísindaligum stigii, sum væl lúka krøvini til ein ph.d. Haraftrat varð mett, at Turið hevur ment nýggja vitan, sum er av stórum týdningi fyri at vindorkuøkið í Føroyum. Tískil varð ph.d.-heitið givið Turið Poulsen, sum nú kann kalla seg ph.d. í vindorkuvísindum. Fróðskaparsetrið vónar at Føroyar og tey, sum arbeiða við vindorku, fara at gagnnýta ta vitan, sum granskingararbeiðið hjá Turið Poulsen hevur ment.
Kelda: setur.fo