Trý nýggj útboð
Undir serskránni PEOPLE eru trý nýggj útboð (calls) lýst leys. Tilsamans verða 150 mio. evrur lætnar til hesi útboðini.
Útboðið fevnir um hesi trý evnini:
IEF
Intra-European fellowship miðar ímóti at stuðla royndum granskarum, ið eru á ymiskum stigi á teirra yrkisleið, soleiðis at teir fáa nýggjar granskingar førleikar. Talan kann vera um fleirfakligar, tvørfakligar og millumdeildar royndir.
IOF
International outgoing fellwoships miða ímóti at geva europeiskum granskarum møguleika at fáa venjing og ogna sær nýggja vitan á einum hægri granskingarstovni í einum triðjalandi, og hareftir at koma aftur til ein stovn í einum ES limalandi ella landi við FP7 atlimaskapi.
IIF
International incoming fellowship eggjar dugnaligum granskarum í triðjalondum at arbeiða við granskingarverkætlanum í Europa, við tí fyri eyga at menna sínamillum gagnligt granskingarsasmstarv millum Europa og triðjalond.
Evstamark fyri at lata inn umsókn er tann 19. august 2008
Meir fæst at vita um serskránna PEOPLE her og omanfyrinevndu trý útboðini við at trýsta á leinkjurnar omanfyri.
Føroysku NCP-umboðini eru tilreiðar at svara spurningum umvegis t-post (john[kurla]gransking.fo) ella ígjøgnum telefon 567 802