Makrelur.jpg
Skriva út
Lagt út: 22.02.2017

Trupult at gera fiskiveiðuavtalur um ferðandi fiskastovnar

Hans Ellefsen hevur saman við starvsfeløgum skrivað grein um fiskiveiðuavtalur, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Journal of Environmental Management.

Greinin viðger, hvussu ringt tað er at gera fiskiveiðuavtalur um ferðandi fiskastovnar t.d. makrel, tá ósemja er um tey grundleggjandi lívfrøðiligu viðurskiftini, serliga um, hvussu stovnurin ferðast, og um stovnurin er farin nýggjar leiðir og í hvønn mun hann fer at venda aftur til gamlar leiðir.

Greinin kallast. ”On international fisheries agreements, entry deterrence, and ecological uncertainty” og kann lesast her (avmarkað tíðarskeið).

Høvundarnir eru Hans Ellefsen, Lone Grønbæk og Lars Ravn-Jonsen.

Les um Hans Ellefsen í Heilagrunninum