Tróndur Kragesteen helt bestu snarrøðuna
Á 11. Vísindavøkuni vóru fleiri kend tiltøk, sum hava verið áður, men tað vóru eisini fleiri nýggj tiltøk.
Fyri fyrstu ferð varð skipað fyri kapping í postara snarrøðum. Talan var um framløgu, sum í mesta lagi kundi vera 150 sekund og sum skuldi vera um ein ávísan postara ella vísindaliga plakat.
Seks fólk høvdu tikið av avbjóðingini at kveikja áhugan hjá áhoyrarunum fyri júst teirra postara. Tey hildu seg so væl til ásettu tíðina, at tað ikki var tørvur á hjá orðstýraranum at steðga teimum. Bæði framløgur og postarar vóru sera ymisk, og tað skiltist á áhoyrarunum, at tey hildu hetta vera eitt stuttligt tiltak.
Tá framløgurnar vóru lidnar, metti ein dómsnevnd um avrikini. Í dómsnevndini vóru Uni Árting frá Jarðfeingi og Fróðskaparsetrinum, Rannvá Winkler frá Tjóðsavninum og Dagmar Joensen-Næs frá Granskingarráðnum. Tey vóru samd um, at talan var um góðar framløgur og at tað var tætt millum fleiri framløgur.
Dómsnevndin valdi at heiðra Trónd Kragesteen frá Fiskaaling fyri framløguna, sum bæði var stuttlig og upplýsandi við fleiri góðum, og greiðum dømum. Umframt heiðurin fekk Tróndur handað eitt gávukort.
Postarin hjá Tróndi við heitinum ”Sjóvarfalsdrivið smittusamband millum aliøkir í Føroyum” sæst her
Snarrøður vanligt søluamboð
Hetta slagið av framløgum er kent frá vísindaligum ráðstevnum, har granskarar í hópatali koma við postarum við kunning um teirra gransking. Fyri at kunna hinar luttakararnar skjótt um, hvørji evni eru á skrá, sleppa granskarnir at brúka eina lítla løtu, frá 1-3 minuttir, at greiða frá. Hetta verður ofta kallað “poster pitch” og er hugtakið, sum vit hava umsett til postara snarrøður.