Triðja útboð innan KST
Í gjár varð triðja útboð innan KST (ICT call 3) almannakunngjørt. Evstamark fyri at lata inn umsóknir er 8. apríl 2008.
Yvirlit yvir evnisbólkarnar, sum hetta útboðsumfar snýr seg um:
- Cognitive systems, (les meir á síðu 25-27 í hjálagda skjali)
- Digital libraries and content (les meir síðu 35-38 í hjálagda skjali)
- Future and emerging technologies (les meir á síðu 54-56 í hjálagda skjali)
- Horizontal support actions (les meir á síðu 64-66 í hjálagda skjali)
Kunningarfundur verður tann 13. desember í Brussells um hetta útboðið, og verður Føroyskt NCP umboð við á fundinum. Um tit hava spurningar, so eru tit vælkomin at venda tykkum til John D. Olsen umvegis t-post: john@gransking.fo ella á 316 515/216 516.
Tak arbeiðsætlanina fyri KST 2007-2008 niður her: