Hjartatransplantatión.jpg
Skriva út
Lagt út: 09.03.2017

Transplantatión uttan immunniðursetandi heilivág í eygsjón

Kann tað hugsast, at tað endiliga kann lata seg gera at transplantera eitt fremmant gagn uttan at geva immunniðursetandi heilivág?

Immunniðursetandi heilivágur hevur til endamáls at tryggja, at sjúklingurin ikki skjýtur transplanteraða gagnið frá sær. Hesin heilivágur kann við tíðini hava við sær hjáárin sum infektiónir, krabbamein o.s.fr.

Í prinsippinum kann hetta lata seg gera.

Angelica Maria Mohr Gregoriussen hevur skrivað eina vísindaliga grein um hetta, sum er almannakunngjørd í viðurkenda online tíðarritinum “Frontiers in Immunology”. Hon hevur gjørt eitt modell, sum m.a. avdúkar eina heilt grundleggjandi immunologiska mekanismu. Modellið er mett at vera besta frágreiðing higartil, hvat hesum viðvíkur.

Greinin kallast ” A Novel Model on DST-Induced Transplantation Tolerance by the Transfer of Self-Specific Donor tTregs to a Haplotype-Matched Organ Recipient” og kann lesast her

Greinin er skrivað saman við Henrik Georg Bohr, professara emeritus frá Kemisk Institut á DTU.

Angelica Maria Mohr Gregoriussen er mýlislivfrøðingur og er gestagranskari á Københavns Universitet.