43bb4b7f0ff9f951e89cde82bcdba0ae.jpg
Skriva út
Lagt út: 20.08.2011

Toskur hevur serstaka órinsverju

Norska Granskingarráðið hevur fíggjað eini verkætlan hjá einum granskingartoymi, ið hevur kortlagt ílegurnar hjá toski.

Granskarar úr fimm norskum universitetum og øðrum privatum granskingarstovnum hava tikið lut, umframt starvsfelagar úr USA, Bretlandi og Týsklandi.

Norska toskakortleggingin er heimsins fyrsta kortlegging av ílegunum hjá einum fiskaslagi, ið hevur vinnuligan áhuga.

Úrslitini í granskingini kunnu fáa stóran týdning fyri toskaaling í framtíðini.

Fyrsta kortleggingin av samlaðu ílegunum hjá toskinum vísir, at toskurin hevur eina heilt sermerkta immunverju, sum ikki minnir um nakað annað djór.

Í løtuni kann nýggja vitanin hava nógv at siga fyri, hvussu man skal menna effektiva toskaaling. Men serligu loysnirnar í órinsverjuni hjá toskinum eru eisini áhugaverdar, tá ið tað snýr seg um veikleikar í órinsverjuni hjá menniskjum.

Kortleggingin av arvaeindunum, genom, í toskinum er ein af teimum mest umfatandi granskingarverkætlanium, sum norsku lívfrøðingarnar hava hættað sær í holt við.

Úrslitini verða nú løgd fram í virda tíðarritinum Nature, og fer, eftir øllum at døma, at fáa nógv uppmerksemi úti í heimi.

Millum úrslitini, sum granskarnir, ið eru fleiri enn fjøruti í tali, leggja fram, er tað, at órinsverjan hjá toskinum er samansett á ein heilt annan hátt enn tað, sum man kennir frá øðrum djórum.

Toskur manglar MHC II ílegur, sum ávara órinsverjuna í kroppinum. Hesi molekyl ávara kroppin um fremmandar bakteriur, sopp og sníkar. Eisini aðrar ílegur, ið vanliga eru knýttar at órinsverjuni, mangla í toskinum.

Tær ílegurnar, sum væntandi bøta fyri tær, ið ikki eru í toskinum, eru at finna í tí, sum man nevnir MHC I-heildini. Hava granskarnir rætt, so kann órinsverjan hjá toskinum setast í gongd uppá heilt aðrar háttir, enn vit kenna til.

-Hetta gevur okkum høvi at hugsa heilt øðrvísi í mun til hvussu djór og menniskjur kunnu laga sína órinsverju til. Tí er læknavísindin eisini sera áhugað í hesum, sigur granskingarleiðarin.
Grundleggjadi partarir av órinsverjuni eru eins bæði hjá fiski og øðrum djórum, umframt menniskjum.

Framhaldandi gransking í hesum øki kann tí geva okkum vitan um hvussu djór og menniskjur verja seg móti sjúkum.

Úrslitini kunnu fáa sera stóran týdning fyri sonevndu autoimmunu sjúkurnar, sosum MS, liðagikt og diabetes.

Lesið alla greinina her. http://www.forskning.no/artikler/2011/august/294993

Kelda: http://videnskab.dk/