Torkil Veyhe vart ph.d. á SDU
Fríggjadagin 26. apríl vardi Torkil Veyhe ph.d. á Institut for Teknologi og Innovation, Syddansk Universitet.
Í ph.d.-verkætlanini hevur Torkil Veyhe gjørt royndir og sett modell upp fyri sniðgeving av burðardyggari festing av veirsloyfum i betongelementum, har burðarmagnið er nøktandi og seiggið er gott, uttan ovurnýtslu av tilfari.
Ritgerðin kallast "Design of Looped Wire Rope Connections between Concrete Wall-Elements: Experimental Investigation and Establishment of Mechanical Model for the Anchorage Capacity of Looped Wire Ropesin”.
Ritgerðin er sett saman av einni frágreiðing uppá 200 s. við fylgiskjølum og tveimum vísindaligum greinum, harav onnur er útgivin og hin er til metingar. Ein samandráttur av arbeiðinum kann síggjast her.
Talan er um eina vinnu phd.-verkætlan, sum er gjørd í samstarvi millum Syddansk Universitet og COWI.
Henrik Brøner Jørgensen, lektari á SDU, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Søren Gustenhoff Hansen og Bernt Suikkanen, báðir frá COWI, hava verið hjávegleiðari.
Í metingarnevndini vóru Lars German Hagsten, professari á Aarhus Universitet, Miguel Fernández Ruiz, professari á Universidad Politécnica de Madrid og Robert Vollum, professari á Imperial College London.
Verjan gekk sera væl og tað var ein samd metingarnevmd, sum mælti til at Torkil Veyhe fær ph.d.-heiti.
Torkil Veyhe heldur fram í starvi hjá COWI.
Á myndini er Torkil Veyhe í miðjuni saman við tveimum av vegleiðarunum.