Torg fyri føroysk ph.d.lesandi stovnað
Ein Facebook bólkur er stovnaður fyri ph.d.lesandi i Føroyum og føroysk ph.d. lesandi uttanlands. Endamálið er at hava ein miðil til at samskifta við um evni av felags áhuga, at kunna spyrja onnur um ráð, at kunna um tiltøk, útgávur og annað.
Tað er Granskingarráðið, sum hevur tikið stig til bólkin, eftir at hava tosað við fleiri ph.d.lesandi, sum sakna onkran felagsskap at samskifta í.
Tað hava seinnu árini verið í minsta lagi føroysk 50 ph.d.lesandi í gongd í senn, minna helvtin í Føroyum og hini serliga í Danmark, Onglandi og Skotlandi.
Fyri nøkrum árum síðani tóku nøkur ph.d.lesandi í Føroyum stig til at hittast um mál av felags áhuga og skipaðu fyri tiltøkum nakrar ferðir. Hetta datt niðurfyri aftur, tá stigtakararnir høvdu lokið ph.d.prógv.
Bólkurin eitur Føroysk ph.d.lesandi. Ert tú ph.d.lesandi kanst tú biðja um limaskap i bólkinum. Saknar tú onkran ph.d.lesandi, sum tú veitst um, í hesum bólkinum, bjóða teimum so við ella send Granskingarráðnum eini boð.
Granskingarráðið roynir at skráseta øll føroysk ph.d.lesandi og granskarar í Heilagrunninum. Saknar tú onkran har, so frætta vit fegin frá tær á Facebook ella á gransking@gransking.fo