Tónleikur er pínuviðgerandi heilivágur
Hugnaligur tónleikur virkar tálmandi á pínu hjá gikt- og krabbameinssjúklingum. Hendan staðfesting, ið danskir granskara hava gjørt, kann í framtíðini minka um nýtsluna av pínuniðursetandi heilivági og granskararnir siga, at hetta eigur at gerast ein partur av almennu viðgerðini.
Flest av okkum kenna hvílandi ávirkanina, ið tónleikur kann geva, men tónleikur kann geva nógv meira enn tað. Í veruleikanum kann okkara yndistónleikur beina burtu pínu eins úrslitargott sum pínuviðgerandi heilivágur.
Hetta sigur Eduardo Garza frá Center for Funktionelt Integrativ Neurovidenskab, á Århus Universitet. Hann hevur júst nú gjørt sína ph.d. ritgerð um pínuniðursetandi eginleikarnar hjá tónleiki lidna.
»Í framtíðini kann tað týða, at tónleikur fer at gerast ein partur av viðgerðunum hjá sjúklingum. Vit kunnu minka um nýtsluna av pínuviðgerandi heilivági til krabbameins- og giktsjúklingar og ístaðin geva teimum eina resept uppá tónleik.«
Hugspjaðing linnar um pínu
Granskingin vísti, at tónleikur er úrslitagóður til at linna um pínu, tí tað hugspjaðir heilan.
»Tað er ikki umráðandi hvat slag av tónleiki, vit brúka, men tað týðningarmesta er, at sjúklingurin tulkar tónleikin sum dámligan og hvílandi.«
»Og jú betur vit kenna tónleikin sjálvi, tess meiri hvílandi er tað. Tí skulu viðgerðir við tónleiki lagast til eftir einstaklingstørvinum ,« sigur Eduardo Garza.
Gransking skal menna tónleikin
Eduardo Garza sigur, at tað nú er uppgávan hjá granskingini at kanna nær og hvussu tónleikur er serliga úrslitagóður til at linna um pínu.
Hendan vitan kann nýtast til at framleiða tónleik, ið hóskar seg serliga væl til hetta endamálið. Tónleikur, ið er framleiddur til serligani at hjálpa einum breiðum skara av fólki.
»Vit síggja, at tónleikur ávirkar sama øki í heilanum, sum pínudoyvandi heiligvágur ger.«
»Tí eigur hetta at vera ein viðgerð til øll. Í framtíðini skal tónleikur ikki skiljast sum alternativur heiluvágur, men sum ein partur av tí almennu viðgerðini,« sigur Eduardo Garza.
Eingin vandi fyri hjáárin
Granskingin hevur víst, at tónleikur kann verða eins úrslitagóð pínuviðgerð sum heiligvágurin Ibuprofen, ið nógvir sjúklingar taka sum tablettform.
Um tú tekur Ibuprofen yvir eitt longri tíðarskeið, so kann tað hava við sær, at tú kanst fáa magasár. So granskingin hjá Eduardo Garzas kann mest sannlíkt við tíðini bjarga sjúklingum, ið stríðast við kroniskari pínu undan ótespiligum hjáárinum.
Granskarar mangla framvegis at staðfesta hvussu stórar mongdir av tónleiki, læknar skulu útskriva á resept fyri at fáa tað røttu ávirkanina.
Kelda: videnskab.dk