Jattan 2023 (2)
Skriva út
Lagt út: 30.05.2023

Tólv verkætlanir fingið stuðul til gransking

Tólv verkætlanir hava fingið tilsamans góðar 8,2 mió. kr. í stuðli frá Granskingarráðnum.

Íalt 33 umsóknir komu inn til árligu freistina í februar, og søkt varð um góðar 30 mió. kr.  Av teimum 12 verkætlanunum eru fimm ph.d.-verkætlanir. Av verkætlanarleiðarunum eru fimm menn og sjey kvinnur.

Tað er faknevndin fyri stuðli til gransking, sum hevur gjørt av, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast. Tey hava grundað avgerðirnar á fakligar metingar frá útlendskum serfrøðingum og á strategiskar metingar fyri gransking í Føroyum.

Nevndin fegnaðist um, at støðið á umsóknunum í ár var sera høgt. Hetta hevur verið gongdin seinnu árini og boðar frá góðari menning í granskingarumhvørvinum.

7,5 mió. kr. vóru tøkar á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til gransking í ár. Játtanin hevur verið óbroytt í fleiri ár. Avlop frá lidnum og steðgaðum verkætlanum varð játtað aftur, tí var samlaða játtanin um 8,2, mió. kr.

Stuðul er latin til hesar verkætlanir:

Tórur Sjúrðarson: "Ávirkan av viðgerð við statinum á tillagingar til kropsliga venjing hjá sjúklingum í statin-viðgerð"
Verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum - 875.000 kr.

Vár Honnudóttir: ”Sosialur ójavni í heilsu í Føroyum”
Ph.d.-verkætlan á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum og Fólkaheilsustýrinum – 585.000 kr.

Eina H. Eliasen: ”Forsagnir og fylgir av at eldast. 3. kanning av føroysku sjeytiára kohortuni”
Verkætlan í Granskingareindin í Sjúkrahúsverkinum – 650.000 kr.

Elsa Helmsdal: ”Kanning av kunningini tey seinastu 40 árini viðvíkjandi dálkingarevnum í grind”
Ph.d.-verkætlan í Granskingareindin í Sjúkrahúsverkinum og á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum – 480.000 kr.

Arnfinnur Kallsberg: ” Sjúkuelvandi serotypir av Pneumokokkum og broyting í berara- og sjúkutíttleika hjá børnum í Føroyum”
Ph.d.-verkætlan hjá Thetis og Roskilde Universitet – 650.000 kr.

Sonja Olsen: ” Skiftið frá dagstovni í skúla og tey krøv og sýn uppá læring, sum føroysk børn møta í skiftinum.”
Ph.d.-verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – 500.000 kr.

Rob Thomas: ” Kanning av sjófugli í Atlantshavi - Hvørji árin kunnu ljósdálking og virksemi á sjógvi hava á náttarvirknan sjófugl í Landnyrðingsatlantshavi?”
Verkætlan á Cardiff University and Eco-explore Community Interest Company í samstarvi við Umhvørvisstovuna – 610.000 kr.

Debes H. Christiansen: “RASPOX – Heilgenom-sekvensering av laksakoppavirus”
Verkætlan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni – 630.000 kr.

Karin Margretha Húsgarð Larsen: ”Thermohalina rákið gjøgnum føroyskt sjóøki”
Ph.d.-verkætlan á Havstovuni, DMI og Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – 860.000 kr.

Óluva R. Eidesgaard: “Kanningar av grundvatns-menningarmøguleikum í Føroyum”
Verkætlan á Jarðfeingi – 735.000 kr.

Birgitta Andreasen: “Atkomuligur botnfellismyndil til betri umhvørvisráðlegging”
Verkætlan á Fiskaaling – 800.000 kr.

Knud Simonsen: “Kortleggjan av økjum við ódligum rák-aldu samanspæli í Føroyum”
Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – 855.000 kr.