Tólv nýggir ph.d.arar í 2015
Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava tólv føroyingar ella fólk, sum hava skrivað um føroysk viðurskifti, lokið ph.d.prógv í 2015. Seks av hesum verkætlanunum eru partvís fíggjaðar úr Granskingargrunninum. Eisini eru tríggir heiðursdoktarar tilnevndir.
Ph.d.prógv
28. januar vardi Petra Petersen doktararitgerð sína við University of Stirling í Skotlandi. Ritgerðin hevur heitið “An investigation of genetic and reproductive differences between Faroe Plateau and Faroe Bank cod (Gadus morhua L.).” Les meira her
13. apríl vardi Birgitta Andreasen ph.d.ritgerð sína í evnafrøði við DTU. Ritgerðin kallast “Degradation of Solar Cells Comprising both Organic and Inorganic Materials.” Les meira her
24. apríl vardi Bergur Djurhuus Hansen ph.d.ritgerð sína við Fróðskaparsetur Føroya. Ritgerðin kallast: "Er heima til? Ein tekstslagsástøðilig og bókmentasøgulig viðgerð av ferðafrásagnum Kristians Osvald Viderø." Les meira her
19. juni vardi Edit Bugge ph.d. ritgerð sína við Institutt for lingvistiske, litterære og estetiske studier, Universitetet i Bergen. Ritgerðin kallast “Språktradering i Bolsøy. En variasjonslingvistisk analyse med vekt på familietilhørighet som sosial variabel.” Les meira her
28. august vardi Anni Djurhuus ph.d.ritgerð sína við Oxford University. Ritgerðin kallast: "Microbial oceanography of southern hemisphere seamounts and hydrothermal vents." Les meira her
4. september hevur Ása Róin vart ph.d.ritgerð sína við Linköpings Universitet. Ritgerðin kallast: “On the making of age. A constructionist study on ageing and later life in the Faroe Islands.” Les meira her
5. september vardi Solveig Malmsten ph.d.ritgerð sína á Uppsala Universitet. Ritgerðin kallast "Dativ i modern färöiska: En fallstudie i grammatisk förändring." Les meira her
10. september vardi Noomi Oddmarsdóttir Gregersen ph.d.ritgerð sína við Translational Neuropsychiatry Unit, Institut for Klinisk Medicin, Aarhus Universitet. Ritgerðin kallast "Identification and analyses of genetic risk factors for panic disorder." Les meira her
18. september vardi Helena Gásdal Karstensen ph.d. ritgerð sína við Panum Instituttet í København. Ritgerðin kallast: “Towards the genetic basis of hereditary anosmia in the Faroe Islands.” Les meira her
2. oktober vardi Stefanie Binzer ph.d. ritgerð við Syddansk Universitet. Ritgerðin kallast “Multiple sclerosis: Searching for the missing heritability in the isolated Faroe Islands.” Les meira her
25. november vardi Jørgen Thorlund Haahr ph.d. ritgerð sína Á DTU MAN. Ritgerðin hevur heitið ”Reactive Robustness and Integrated Approaches for Railway Optimization Problems.” Les meira her
26. november vardi Lau Øfjord Blaxekjær ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerðin ber heitið: "Transscalar Governance of Climate Change: An Engaged Scholarship Approach." Les meira her
Heiðursdoktarar
Á almenna 50 ára haldinum hjá Fróðskaparsetrinum 20. mai vóru tríggir heiðursdoktarar - Ph.d. hc - tilnevndir. Teir tríggir eru Hanus Kamban, Jens-Kjeld Jensen og Petur Jacob Sigvardsen. Les meira her
Ph.d. lesandi, ph.d.arar og doktarar skrásettir í Heilagrunninum
Til ber at finna upplýsingar um allar ph.d. lesandi, ph.d.arar, doktarar og aðrar føroyskar granskarar, sum vit vita um, við at fara í Heilagrunnin. Her eru umleið 350 fólk skrásett í løtuni. Av hesum eru næstan 60 skrásett sum ph.d. lesandi, góður helmingurin av teimum arbeiðir burturav ella fyri stóran part í Føroyum.
Saknast onkur ph.d.lesandi, ph.d.ari ella annar í Heilagrunninum ella í yvirlitinum omanfyri, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo