Tørvurin á vitan og loysnum støðugt vaksandi
Tað vóru í fleiri mátar spennandi dagar, tá byrjanarfundur í FASDiNA granskingarskránni varð hildin 9. og 10. januar. Hetta er skrá um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiki í Norðuratlantshavi, sum Granskingarráðið fyrisitur.
Á fundinum hittust granskarar, faknevnd og fyrisiting á fyrsta sinni at umrøða tær granskingarverkætlanir, sum hava fingið játtað fígging, støðuna á økinum yvirhøvur og ætlanir og tørvin á gransking framyvir.
Tað vóru 16 luttakarar við úr Grønlandi, Danmark og Føroyum, sum millum annað umrøddu ávirkanina á økið frá krígnum í Ukraina, russisku handilsstrategiium, forsetaskiftinum í USA, trýstinum á ríkisfelagsskapin og annað. Tosað var um sínámillum samstarvsmøguleikar og um víðkan av verandi samstørvum á økinum.
Háspenningur í luftini
Sjáldan hava granskingarfundir um okkara leiðir verið so dagsaktuellir, og tað merktist. Meðan fundurin var hildin á Hotel Føroyum, herdist kjakið í miðlunum, serliga um støðuna í Grønlandi. Telefonirnar kimaðu, og aðruhvørja løtu vóru tveir og tríggir granskarar uttanfyri og tosaðu við fjølmiðlar um alsamt spentari støðuna.
Tað var eyðsæð, at miðlarnir hava brúk fyri granskarum við innliti í aktuellu málini, sum við sera stuttari freist kunnu gera samrøður til sendingar og geva journalistum bakgrundsvitan.
Føroyar eru beint í meldrinum
Í sambandi við fundin varð skipað fyri ymsum vitjanum. Í góðveðri og tjúkkum kava varð vitjað á Sornfelli. Har vísti Sámal Ímundarson frá Landsverki runt og greiddi frá søguni um støðina og virkseminum í dag.
Sámal Tróndur Finnson Johansen frá Tjóðskjalasavninum greiddi frá politisku gongdini í mun til NATO og hernaðarvirksemi í Føroyum síðani seinna heimsbardaga. Eisini vóru aktuella støðan og framtíðar ætlanirnar fyri støðina umrøddar.
Dagin eftir gekk leiðin umborð á verjuskipið Vædderen, har Bárður Sandá, sum nýliga hevur tikið við sum leiðari fyri Arktisk Kommandos Forbindelseselement í Føroyum tók ímóti saman við starvsfeløgum sínum. Kunnað var um uppgávurnar og arbeiðið hjá Arktisk Kommando og um virksemið sum er í økinum bæði sivilt og hernaðarligt.
Afturvendandi evni í kjakinum var støða Føroya í mun til spenningarnar og áhugan í økinum. Føroyar liggja í gloppinum millum Grønland, Ísland og Stóra Bretland, tí vanliga nevnda GIUK Gap, sum onkur helt átti at verið kallað GIFUK Gap. Mett verður, at hetta ger Føroyar bæði meira strategiskt týdningarmiklar og sárbærar í økta hernaðarliga áhuganum og virkseminum í Norðuratlantshavi.
Halda á við at styrkja førleikar og netverk
FASDiNA skráin er fíggjað við stuðli frá Fólkatinginum. Karmurin í 2025-2028 er 4 mió. kr. um árið, treytað av at fíggjarlógirnar verða samtyktar.
Higartil er stuðul játtaður til fýra greiningarrit og til tvær granskingarverkætlanir.
Faknevndin fyri FASDiNA skránna umrøddi næstu stigini í ljósinum av tí kjaki, sum var hesar dagarnar, og aktuellu støðuni. Semja var um at halda fram á somu leið sum nú við stuðli til smærri og størri verkætlanir.
Á fundi í næstum fer faknevndin at umrøða møguleikarnar og krøvini neyvari. Síðani er ætlanin at lýsa eftir umsóknum aftur við freist seinni í 2025.
Les meira um FASDiNA skránna á gransking.fo
Mynd: (c) Granskingarráðið