Fundur etikkur.JPG
Skriva út
Lagt út: 09.12.2018

Tørvur á meira orku til granskingaretiska økið

Í farnu viku skipaði Granskingarráðið fyri kunningarfundi um granskingaretikk og –reglur. Áhugin var stórur, gott 50 fólk møttu til fundin, sum varð hildin í Kongshøll.

Annika Sølvará frá Granskingarráðnum legði út við almennari kunning um granskingaretikk og –reglur og vegleiðing um evnið í sambandi við umsóknir um stuðul til gransking. Hon greinaði, hvat umsøkjarar skulu leggja dent á, og lýsti eisini ábyrgdina hjá stovnsleiðslunum í hesum sambandi.

Unn Augustudóttir Krákustein frá Dátueftirlitinum hevði síðani framløgu um, nær fráboðanir og loyvir frá Dátueftirlitinum eru neyðug og hví. Hon greinaði krøvini í trygdarkunngerðini, sum fevna um fyriskipanarliga, fysiska og tøkniliga trygd, og hvat hetta merkir í sambandi við granskingarverkætlanir.

Oluf Færø frá Vísindasiðsemisnevndini kunnaði um Vísindasiðsemisnevndina, um virkisøkið og um mannagongdir í sambandi við umsóknir um loyvi til granskingarverkætlanir á heilsuøkinum. 

Aftaná framløgurnar var lívligt kjak um evnið, serliga um ítøkiligu krøvini um fráboðanir og loyvir. Tað var greitt, at fleiri granskarar meta hetta vera eitt tungt og fløkt øki at fáast við, at persónsupplýsingarøkið, sum Dátueftirlitið hevur eftirlit við, er víðfevnt og krevjandi, og at vitanin og fyrisitingarligi stuðulin úti á granskingarstovnunum eru ov avmarkað.

Nakrir fundarluttakarar vístu á royndir við gransking á somu økjum í øðrum londum. Hesar royndir vístu, at regluverkið og mannagongdin hjá Vísindasiðsemisnevndini er á leið tann sama sum aðra staðni. Hinvegin, so mettu teir, at føroyska lógarverkið um persónsupplýsingar er strangari og stirvnari enn aðra staðni. Teir nevndu serliga krøv í sambandi við registaragransking, uppgávur í sambandi við lesnað og pilotverkætlanir. Her var stórt ynski um, at skipanin varð linkað.

Frá Dátueftirlitinum varð hinvegin nevnt, at galdandi lóggáva er tann sama sum í øðrum londum. Hóast hon hevur nógv ár á baki, so hava allir stovnar enn ikki gjørt neyðuga arbeiðið fyri at liva upp til ásettu krøvini í sambandi við gransking. Slíkar mannagongdir eru neyðugar í sambandi gransking og gera viðgerðina av umsóknum um loyvi einfaldari og skjótari.

Talið av granskingarverkætlanum er økt munandi seinni árini, men tøka arbeiðsorkan hjá Dátueftirlitinum er ikki vaksin við hesum. Tað er eyðsæddur tørvur á, at Dátueftirlitinum fær fleiri starvsfólk til tess at røkka betri til sæð í mun til lógarfestu uppgávur stovnsins.

Nakað varð tosað um galdandi lóggávu. Tað er ikki væntandi, at krøvini fara at linka, heldur fara tey at verða herd í framtíðini í sambandi við nýggja ES lóggávu á økinum, vanliga kallað GDPR, sum er stytting fyri General Data Protection Regulation. Eisini hetta fer at krevja meira av øllum pørtum.    

Hóast tað ikki var nøkur ítøkilig niðurstøða gjørd á fundinum, so var semja um, at tað var gott, at evnið varð tikið upp. Tað varð staðfest, at tað er tørvur á, at stovnsleiðslurnar fáa sett innanhýsis reglur og mannagongdir í verk, so at stovnarnir kunnu lúka treytirnar, sum verða settir teirra granskarum í sambandi við verkætlanir. Eisini mettu fundarluttakararnir, at tað hevði verið ynskiligt um ynski um smidligari mannagongdir í sambandi við gransking vóru tikin við í endurskoðanina av lóg um persónsupplýsingar, sum fer fram beint nú.

Granskingarráðið fer í fyrsta umfari at fylgja evninum upp við fundi við stovnsleiðslurnar.

Framløgurnar síggjast her:

Annika Sølvará, Granskingarráðið

Unn A. Krákustein, Dátueftirlitið 

Oluf Færø, Vísindasiðsemisnevndin 

Hevur tú spurningar um evnið í sambandi við umsókn um stuðul til gransking, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara á tel. 567800 ella meyl gransking@gransking.fo