63b6ac3a67a1aa7b7ca0cf62be87dcd9.gif
Skriva út
Lagt út: 09.02.2009

Tørvur á fleiri kvinnum innan gransking

Okkurt er galið, tá annað kynið velur eina yrkisleið innan gransking frá. Tað sigur Helge Sander, danskur ráðharri innan vísindi.

Hóast fleiri kvinnur enn menn í dag fáa kandidatprógv á universitetum, er tað langt millum tær kvinnur, sum velja eina yrkisleið sum granskari. Fjórði hvør lektari og áttandi hvør professari eru kvinnur. Hetta ger, at Danmark er eftirbátur, eisini í mun til umheimin. 

Hendan gongdin er orsøkin til, at Helge Sander hevur tikið stig til at savna umboð fyri donsk universitet, granskingarstovnar og privata vinnulívið. Hesi skuldu, við einum kjak-uppriti sum grundarlagi, umrøða, hvat gerast kann fyri at fáa fleiri kvinnur at taka lut í gransking.

Les meira um tiltakið her.

Les kjak-uppritið um kvinnur í gransking her.