Tjodveldi Red.
Skriva út
Lagt út: 28.11.2022

Tjóðveldi svarar

Nú løgtingsval er í hondum, hevur Granskingarráðið sett øllum politisku flokkunum fýra spurningar um gransking, menning og nýskapan, fyri at hoyra teirra hugsan.

Tjóðveldi svarar soleiðis:

Spurningur 1: Hvønn týdning hava gransking, menning og nýskapan fyri samfelagið?
Gransking, nýmenning og útbúgving hava ómetaliga stóran týdning fyri Føroyar. Tað er ein av fyritreytunum fyri, at vit sum samfelag megna at flyta okkum framá, loysa avbjóðingar og gera okkum galdandi í framtíðini. Gransking er aloftast grundarlagið undir at vinna og samfelag duga at nýmenna – bróta upp úr nýggjum, samstundis sum vit byggja á tað verandi.

Økta vitanin, sum fæst við gransking, ger til dømis, at okkara heilsuverk blívur betri, at vit megna at loysa avbjóðingar á almannaøkinum, at vinnan kann mennast og nýggj hugskot gerast til vinnuvegir. Økt vitan frá gransking kann geva svar uppá, hvussu vit loysa heilsuligar, sosialar, vinnuligar og umhvørvisligar avbjóðingar.

Spurningur 2: Hvat er tykkara visjón fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum?
Tjóðveldi vil, at vit sum land skulu taka gransking í enn størri álvara. At vit fáa granskingarstovnar og eindir, almennar og privatar, at samstarva og fáa bestu nyttuna av granskingini. Vit vilja, at Fróðskaparsetrið, universitet okkara, skal vera snúningsásin í føroyskari gransking, og at vit menna sjúkrahúsverkið til eisini at vera eitt granskingar- og lærdómssetur.

Vit vilja eisini, at enn meira vitan frá gransking kemur út til fólkið, so vit í felag vaksa um vitanina í samfelagnum og so fleiri kunnu fáa gleði og gagn av tí dygga arbeiði, sum granskarar gera.

Spurningur 3: Nevn onkra granskingarverkætlan, sum tit halda, vit áttu at farið undir í Føroyum í næstum.
Tað eru ómetaliga nógvar granskingarverkætlanir, vit kundu og áttu at gjørt. Tað er umráðandi, at granskarar sleppa at granska frítt og óheft av ávísum áhugamálum.

Skulu vit velja burturúr, so halda vit, at tað hevur serliga stóran týdning, at vit granska í evnum sum hesum:

Sum matvøruframleiðani tjóð, at granska í og menna nýggjar matvørur úr tilfeingi okkara.

Vit ynskja at granska meira í umhvørvinum – hvørja ávirkan á lívfrøðiliga margfeldið hevur intensivt brúk av firðunum og slitið á lendið?

Vit áttu eisini at gingið á odda í at granska í teimum sjúkum, sum hava serliga høgan títtleika her heima. Eitt nú í samanhangi ímillum tarmsjúkur, evnaskiftis- og sálarsjúkur.

Gransking í fyribyrgjandi heilsu kann gagna hvørjum einasta borgara.

Gransking í umstøðum hjá børnum, ungum og eldri eiga vit at leggja stóran dent á.

At enda vilja vit, at Føroyar í nógv størri mun gerast partur av altjóða gransking, ikki minst tá ræður um veðurlagsbroytingar og grøna orkuskiftið.

Spurningur 4: Eru onkur ítøkilig átøk, tykkara flokkur ætlar at fremja til frama fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum?
Tjóðveldi vil hækka upphæddina til granskingarstuðul.

Vit vilja halda áfram at útbyggja Fróðskaparsetrið við fleiri útbúgvingum.

Vit vilja styrkja undirstøðukervið fyri gransking.

Vit vilja skipa Sjúkrahúsverkið sum heilsugranskingardepil.

Vit vilja byggja brýr ímillum allar tær granskingareindir, sum eru í Føroyum, soleiðis at vit fáa samvirkanarárin av samstarvi og vitanardeiling.

Vit vilja eisini eggja til tættari samstarv ímillum vinnufíggjaða og almenna óhefta gransking til felags gagn.

Og vit vilja stuðla undir íverksetaraumhvørvi og klekingardeplar fyri nýmennandi hugskot.

Tjóðveldi vil áhaldandi uppraðfesta gransking.

***

Umframt at svara spurningunum omanfyri, vórðu flokkarnir bodnir at taka “Granskingarkvissina”.

Tú kanst eisini royna teg her