Títtleikin av sepsis og øðrum álvarsligum lívshóttandi infektiónum í Føroyum kannaður
Marija Todorovic Markovic, sum er lækni og ph.d.-lesandi á Landssjúkrahúsinum, Odense Universitetshospital og Syddansk Universitet, hevur júst publiserað eina vísindaliga grein um stóra sepsiskanning í tíðarritinum Infectious Diseases.
Shahin Gaini, yvirlækni og ph.d. er høvuðsvegleiðari og viðhøvundur. Aðrir hjávegleiðarar og høvundar eru Court Pedersen, professari frá Odense Universitetshospital/Syddansk Universitet, Magnús Gottfredsson, professari frá Landspitali Universitetssjúkrahús/Háskóla Íslands og Mirjana Todorovic Mitic, lækni frá Nis Clinical Centre.
Greinin lýsir eina epidemiologiska kanning, har granskararnir hava kannað títtleikan av sepsis (blóðeitran) og øðrum álvarsligum infektiónum millum innlagdar vaksnar medisinskar sjúklingar á Landssjúkrahúsinum. Títtleikin verður lýstur sum tilburðir per 100.000 íbúgvar per ár, so tað kann samanberast við tøl aðrastaðni í heiminum. Kanningin hevur eitt unikt prospektivt design, sum er sera tíðarkrevjandi. Designið gevur tó haldgóðar og álítandi dátur samanborið við tær nógvu retrospektivu registaragrundaðu epidemiologisku sepsiskanningarnar, sum eru vanligari í útgávum um sepsis.
Greinin eitur “Epidemiology of Community Acquired Sepsis in the Faroe Islands – A Prospective Observational Study”. og sæst her
Serfrøðingarnir, sum javnlíkamettu greinina søgdu millum annað:
“The authors have to be congratulated for their important and so far unique work because it helps to figure out the true burden of sepsis wich is a key request that was set out in the WHO sepsis resolution”
Høvundarnir siga. at nógv bendir á, at úrslitini eru relativt unikk í altjóða samanhangi í mun til at meta um tann veruliga sepsis títtleikan globalt. Sepsis títtleikin er sannlíkt undirmettur í øðrum retrospektivum kanningum. Tey føroysku úrslitini vísa hægri sepsis títtleika enn áður fráboðað, og dáta týða mest uppá at orsøkin er designið av kanning teirra og at teirra dátur sannlíkt betri endurspegla tað veruligu sepsismynduna í framkomnum londum, sum metararnir omanfyri eisini siga.
Við kanningini eru Føroyar millum tey fyrstu 10 londini í heiminum sum hava tjóðartøl viðvíkjandi títtleikanum av sepsis (ST Knoop et al. Plos One 2017). Tað skal síggjast í einum samanhangi, har sepsis er ein so vanlig sjúka, at millum 27 og 30 milliónir verða rakt av sepsis árliga í heiminum. Sepsis er tann mest álvarsliga akutta sjúkan, sum sjúklingar verða innlagdir við, og hevur høgt akut deyðatal og er høvuðsorsøkin til akutta organsvíkjan, sjokknýrur, akuttan dialysutørv, sjokklungur, akuttan respiratortørv og viðgerð á intensiv deild. Deyðatalið er hægri samanborið við aðrar vanligar akuttar medisinskar sjúkur sum t.d. blóðtøpp í hjartanum og blóðtøpp í heilanum (JL Vincent et al. Critical Care 2002).
Høvuðsurslitini í kanningini eru fylgjandi:
Allir sjúklingar innlagdir á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum frá 1/10-2013 til 1/4-2015 vóru tiknir við í í kanningina.
5279 sjúklingar vóru innlagdir á medisinsku deild í einum 18 mánaða skeiði í 2013-2015.
1664 vóru børn, 3615 vóru vaksin.
1054 vaksnir sjúklingar høvdu infektión sum høvuðstrupulleika, t.v.s. eina infektiónsmedisinska aktiónsdiagnosu, av hesum vóru 583 sepsis.
2302 vaksnir sjúklingar høvdu ikki infektiónssjúku/sepsis sum høvuðstrupulleika, men høvdu aktiónsdiagnosur á øðrum medisinskum økjum enn infektiónsmedisin.
296 vaksnir sjúklingar høvdu sepsis.
266 vaksnir sjúklingar høvdu álvarsliga lívshóttandi sepsis, sum kann krevja viðgerð á intensivu deild.
21 vaksnir sjúklingar høvdu septisk sjokk, sum krevur viðgerð á intensivu deild.
Infektiónir íroknað sepsis (infektiónsmedisinskar aktiónsdiagnosur) vóru orsøkin til medisinska innlegging hjá meira enn 30% av øllum sjúklingunum, sum vóru innlagdir á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum í 18 mánaða tíðarskeiðinum.
Um sjúklingar við sjúkrahúsinfektiónum og skurðsjúklingar við infektión eisini verða íroknaðir, so verður talið sannlíkt munandi hægri á Landssjúkrahúsinum í sínari heild. Tað ger, at sannlíkt er munandi størri samlað infektiónsbyrða í føroyska heilsuverkinum enn tað, sum kanningin hjá granskarunum vísur, hóast tølini eru millum hægstu í heiminum.
Shahin Gaini, yvirlækni, ger hesar niðurstøður:
“Títtleikin av sepsis var 1414 innleggingar fyri sepsis per 100.000 íbugvar per ár í Føroyum. Sepsis títtleikin var hægri millum menn og serliga millum gomul. Sepsis títtleikin var eisini hægri enn tað, sum er fráboðað í øðrum londum. Infektión og sepsis er ein stór klinisk byrða á tað føroyska sjúkrahúsverkið, har infektión er orsøkin til í minsta lagi 30% av øllum medisinskum innleggingum. Afturat hesum koma infektiónir og sepsis millum skurðsjúklingar og hjá børnum. Kanningin er eisini unikk í føroyskum samanhangi við at hon sannlíkt er tann størsta kanningin nakrantíð gjørd í Føroyum fyri at fáa haldgóðar dátur á høgum stigið innanfyri ein stóran sjúkubólk, har sjúklingarnar hava eina álvarsliga prognosu. Fyri at optimera og bøta um prognosuna við sepsis í Føroyum er týdningarmikið at hava atgongd til fremstu serfrøði (infektiónsmedisinkar serlæknar), nýmótans diagnostikk, atgongd til framkomna intensiva viðgerð á intensivu deild, akutta dialysu á intensivu deild og til respiratorviðgerð. Kanningin stuðlar eisini undir tilmælini frá frágreiðingini “Virkisætlan fyri mótstøðuføri fyri antibiotika í heilsuverkinum í Føroyum” har fakliga tilmælið er, at økið við infektiónsmedisin í Føroyum verður styrkt munandi. Fleiri vísindaligar greinar íroknað dátur um deyðatøl við sepsis í Føroyum fara at koma seinni í 2018-2019”.
Ph.d.-verkætlanin hjá Mariju Todorovic Markovic er stuðlað úr Granskingargrunninum. Sí Stuðulsyvirlitið
Mynd: The Doctor eftir Samuel Luke Fildes