Títtleikin av demens.PNG
Skriva út
Lagt út: 23.09.2019

Títtleikin av demens í Føroyum

Fyri stuttum var vísindalig grein, sum viðger títtleikan av demens í Føroyum, almannakunngjørd.

Hon er grundað á kanning, hvørs endamál var at kanna títtleikan av demens hjá fólki í Føroyum, 60 ár og eldri, í tíðarskeiðinum 2010-2017 og kanna, hvussu nógv fólk árliga hava fingið staðfest demens hettar tíðarskeið.

Úrslitini vísa, at títtleikin av demensi er tann sami ella heldur lægri í Føroyum enn í øðrum evropeiskum londum. Í tíðarskeiðinum 1. januar 2010 til 31. desember 2017 fingu í alt 539 fólk, 60 ár og eldri, staðfest demens. Av hesum vóru 60% kvinnur, og miðalaldurin var uml. 79 ár. Størsti parturin (73%) fekk staðfest Alzheimers sjúku, meðan hini høvdu onnur sløg av demensi. Harumframt fingu 16 fólk, yngri enn 60 ár, staðfest demens í sama tíðarskeiði.

Insidensurin ella títtleikin, tvs. árligir nýggir tilburðir frá 2010 til 2017, var 5.1 per 1000 persónar. Prevalensurin ella útbreiðslan, tvs. talið av tilburðum í alt per ár, í árunum 2010 til 2017 var 23 per 1000 persónar fyri fólk ≥60 ár í tíðarskeiðinum 2010-2017. Í mátunum, har hædd verður tikin fyri aldurs- og kynssamanseting í Føroyum, samanborið við Evropa, tykist títtleikin í Føroyum at vera á sama støði ella kanska eitt sindur lægri.

Niðurstøðan av kanningin er, at árliga talið av nýggjum tilburðum av demensi er nøkulunda javnt, meðan talið av føroyingum, sum hava fingið staðfest demens, veksur. Mest sannlíka forkláringin til hettar er, at vit gerast alsamt eldri og eldri. Tó sær út til, at títtleikin er á leið ella eitt vet lægri enn tann hjá okkara grannalondum.

Í mun til okkara grannalond hava vit í Føroyum ikki áður havt hagtøl fyri, hvussu nógv fólk eru rakt av demensi, og er hetta fyrsta føroyska kanning av sínum slag. Tað er týdningarmikið fyri føroyska heilsuverkið at hava eina meting um, hvussu nógv fólk eru rakt av ymsum sjúkum og/ella lívsstøðum fyri at gera framtíðarætlanir, og hetta er eitt stig á leiðini.

Greinin, sum hevur heitið: “Trend in the Incidence and Prevalence of Dementia in the Faroe Islands” er almannakunngjørd í altjóða viðurkenda tíðarritinum Journal of Alzheimer’s disease. Maria Skaalum Petersen, lektari, hevur skrivað greinina, og hjá-rithøvundarnir eru: Marjun Restorff, Tórmóður Stórá, Gunhild Waldemar og Sofus Joensen. Greinin kann frítt lesast her

Kanningin er gjørd sum eitt samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum og Fróðskaparsetur Føroya.