Tiltak við fyrilestrum frá Ig Nobel heiðurslønini
Mikukvøldið 25. mars kl. 18 skipar Granskingarráðið fyri øðrvísi vísindaligum tiltaki. Vit fara at stroyma beinleiðis frá the Ig Nobel Prize – Denmark tour, sum verður á Aarhus Universitet hetta kvøldið.
Tiltakið verður í hølunum hjá Fróðskaparsetri Føroya, Jónas Broncks gøtu 25, frá kl. 18 til 20.
Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, verður orðstýrari. Fyrilestrarnir vera á enskum.
Ávaring: Fyrilestrarnir eru ikki hóskandi fyri fólk uttan humor :-)
The Ig Nobel Prize verður kallað alternativa Nobel heiðurslønin. Á hvørjum ári í 24 ár hevur stovnarin Marc Abrahams handað 10 Ig Nobel Prize vinnarum heiður á einum stórum gallatiltaki á Harvard Sanders Theater á Harvard University, USA.
Heiðurslønin setir sjóneykuna á tíggju granskingarúrslit í árinum, sum eru serliga kreativ, ósannlík og løgin, men hóast hetta álvarslig. Sagt á annan hátt: Heiðursløn verður latin fyri margháttliga gransking, sum fyrst fær okkum at flenna, men sum síðani gevur okkum tilfar til umhugsan.
Heiðurslønir verða latnar á fleiri vísindaøkjum, men við serligum denti á náttúruvísindi, heilsu og samfelagsvísindi. Sum heild verða heiðurslønir latnar virdari og veruligari gransking, sum er almannakunngjørd í javnlíkamettum vísindaligum tíðarritum.
Tað er trupult at lýsa Ig Nobel heiðurslønina og ikki minst fyrilestrarnar hjá heiðurslønarvinnarunum – hetta má upplivast. Her er tó ein roynd:
Kvøldið byrjar við eini framløgu frá stovnaranum Marc Abrahams, sum við einum skálkabrosi fer at fortelja um heiðurslønina, um hátíðarhaldið á Harvard University og um onkrar av vinnarunum seinastu árini og gransking teirra, “sum hvørki kann ella skal vera gjørd umaftur”.
Síðani koma nakrir av heiðurslønarvinnarunum at greiða frá og møguliga vísa teirra avrik. Hesir eru:
- Professor, RNDr. Jaroslav Flegr, Charles University, Prague, Czech Republic – for investigating whether it is mentally hazardous for a human being to own a cat. (Ig Nobel Prize in public Health, 2014).
- Professor Eigil Reimers, Universitetet i Oslo, Norway – for testing how reindeer react to seeing humans who are disguised as polar bears. (Ig Nobel Prize in Arctic science, 2014).
- Professor, Dr. Hynek Burda, Universität Duisburg-Essen, Germany – for carefully documenting that when dogs defecate and urinate, they prefer to align their body axis with Earth's north-south geomagnetic field lines. (Ig Nobel Prize in biology, 2014).
- Dr. Yoshiro Nakamats of Tokyo, Japan, for photographing and retrospectively analyzing every meal he has consumed during a period of 34 years (and counting). (Ig Nobel Prize in nutrition, 2005).
Les um titakið á heimasíðuni hjá Aarhus Universitet og um Ig Nobel her