Tilmæli um føroyska luttøku í Havsins áratíggju handað
Føroyar eiga at vera við í ST átakinum Havsins áratíggju. Fyri Føroyar er Havsins áratíggju eitt gylt høvi til at taka ábyrgd av stóra havøki okkara og samstarva við altjóða samfelagið um hetta. Tað er høvuðsboðskapurin í skjali, sum varð handað í Tinganesi í dag.
Tað var Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, sum handaði Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, Jenisi av Rana og Árna Skaale, landsstýrismonnum, tilmæli og frágreiðing um Havsins áratíggju.
Granskingarráðið hevur tikið stig til frágreiðingina, sum Unn Laksá frá Sjókovanum hevur skrivað eftir avtalu við Granskingarráðið. Umboð fyri stovnar, fyritøkur og feløg hava verið við til innleiðandi samskifti og eru kunnaði ávegis um arbeiði við frágreiðingini.
Við støði í frágreiðingini og arbeiðinum í grannalondunum mælir Granskingarráðið til, at:
1. Landsstýrið tekur undir við hugsjón Havsins áratíggju og almennari føroyskari luttøku
2. Uttanríkis- og mentamálaráðið setur eina tjóðarnevnd at skipa føroyska arbeiðið við umboðum fyri stjórnarráð, granskingarumhvørvið og aðrar viðkomandi partar
3. Tjóðarnevndin skipar fyri verkstovum fyri at eyðmerkja viðkomandi granskingarvirksemi og semjast um, hvørji verandi og nýggj átøk kunnu gerast partur av Havsins áratíggju
4. Avtala verður gjørd um fígging til arbeiðið hjá tjóðarnevndini við tilhoyrandi almennari fyrisiting og til nýggj átøk
5. Ætlan verður løgd fyri føroyska arbeiðið 2022-2025
Tilmæli og frágreiðing kann lesast her
Um Havsins áratíggju
Í desember 2017 kunngjørdi ST, at árini 2021-2030 skuldu vera ‘Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning’ (The United Nations Decade of Ocean Science for Sustainable Development).
Havsins áratíggju snýr seg í stuttum um at seta í verk átøk innan havvísindi fyri at fáa eitt reint, burðardygt og mótstøðuført hav ella ‘havið vit ynskja okkum’. Tað er altjóða havnevndin IOC (Intergovernmental Oceanographic Commission) undir UNESCO, sum samskipar Havsins áratíggju.
Endamálið við Havsins áratíggju er at skapa felags karmar kring havvísindi, sum kunnu stuðla londum í at røkka heimsmálunum fyri burðardyggari menning í 2030 (Agenda 2030). Stevnuskráin fyri burðardyggari menning hevur 17 høvuðsmál og 169 undirmál, sum skulu røkkast í tíðarskeiðinum 2015-2030. Ætlanin er, at hvørt landið sær skal røkka málunum við støði í egnum veruleika og raðfestingum.