Tilfar tøkt frá ráðstevnuni: Minst fýra mál til øll
Í døgunum 22. – 24. august 2011 skipaði Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning á Fróðskaparsetri Føroya fyri áhugaverdari ráðstevnu við heitinum "Minst 4 mál til øll - málpolitiskar avbjóðingar í framtíðini".
Høvuðsendamálini við ráðstevnuni vóru:
- At skapa eitt tvørvísindaligt forum við at seta saman serfrøðingar og aktørar frá ymiskum vísindagreinum, sum til dømis samfelagsmálvísindi, samfelagsfrøði, søgufrøði, málfrøði, bókmentafrøði, stjórnmálafrøði og løgfrøði
- At samanbera norðurlendsku royndirnar á økinum
- At draga fram og varpa ljós á málpolitisku royndirnar og serligu avbjóðingarnar í sjálvstýrandi økjunum
- At draga fram og varpa ljós á ymisku vilkorini og málrættindini hjá tilflytarum
Meira enn 100 luttakarar vóru á ráðstevnuni og fyriskipararnir eru væl nøgdir.
Høvuðsfyrilestrar og powerpoint framløgur frá ráðstevnuni liggja nú á ráðstevnuheimasíðuni.
Powerpoint framløgur kunnu heintast her
Upptøkur av høvuðsfyrilestrum trýst her
Lýsing av fyrilestrahaldarum trýst her