Tíggju frymlar sum broyttu heimin
August mánaði er hálvrunnin, fólk fara aftur í skúla og til arbeiðis, dagarnir styttast og veðrið boðar longu frá heysti. Tá er tíð at hugsa um okkurt gott at stytta sær stundir við um kvøldarnar. Eitt hugskot er at lurta eftir poddvarpi.
Danska Akademikerbladet hevur fleiri spennandi poddvarpsrøðir á síni ljóðsíðu.
Ein av hesum kallast 10 formler der forandrede verden.
Fyrsti poddurin er um poppstjørnuna hjá frymlum: E=mc² - relativitetsteoriin hjá Albert Einstein. Aðrir eru um frymlar hjá Pythagoras, Schrödinger og Maxwell. Tann seinasta í røðini er um kategoriska imperativið hjá Kant - menniskjansliga skilið sett upp í frymli.
Poddarnir um frymlar kunnu hoyrast her
Tað er MonoMono, sum hevur gjørt poddarnar við stuði frá Carlsbergfondet.