Tíðindi á gransking.fo, við meyl og á Facebook
Í gransking er eitt tiltikið orðafelli Publish or Perish. Títt virksemi og tíni úrslit hava lítla ávirkan, uttan so at onnur vita um tey. Hesin setningur er eins væl galdandi fyri Granskingarráðið og aðrar almennar stovnar, sum fyri einstøku granskararnar. Um fólk ikki kenna okkara virksemi, so røkka vit ikki nóg langt.
Vit meta tað tí vera av sera stórum týdningi at hava eina góða kunning um okkara virkisøki, sum er tøk hjá fólki, tá tey hava tørv á henni. Okkara fremsti kunningarmiðil er gransking.fo. Her eru upplýsingar um stuðulsmøguleikar úr Granskingargrunninum og FP7 skipanini hjá ES, um freistir og mannagongdir, um stuðlaðar verkætlanir, um tiltøk, sum vit skipa fyri og so framvegis.
Umframt okkara kjarnuvirksemi, meta vit, at vit á gransking.fo kunnu og eiga at miðla tíðindi um ymsar verkætlanir, um tiltøk, útgávur og úrslit. Vit savna tí støðugt tíðindi úti og heima um gransking og menning og ymiskt annað av áhugað fyri granskingarumhvørvið og fyri almenningin. Hesi verða løgd á gransking.fo, í miðal 3-5 greinar um vikuna. Vit senda tíðindabræv út við ymsum av heimasíðuni til 450 fólk á leið 2 ferðir um mánaðin. Ert tú ikki longu á okkara móttakaralista, kanst tú tilmelda teg í teiginum í høgra bredda.
Tíðindi ferðast skjótt og tíðindastreymurin er øgiligur. Tí eru vit eisini á Facebook, har vit leggja øll tíðindi av gransking.fo, so hvørt hesi vera kunngjørd. Harafturat legga vit av og á slóð til greinar á øðrum síðum, sum vit halda eru áhugaverdar, myndir frá tiltøkum o.l.
Tú kanst fylgja Granskingarráðnum á Facebook við at trýsta her ella við at trýsta á Dáma í teiginum niðast í høgra bredda.
Eru tíðindir, sum tú heldur, at vit áttu at sagt frá, ella tilfar, sum tú saknar á gransking.fo, so frætta vit fegin frá tær á gransking@gransking.fo og á +298 567800.