c9f41b2a37a19a251f532dd00319e791.jpg
Skriva út
Lagt út: 30.11.2011

Tíðindafundur um Horizon 2020

Í dag kl. 11:30 fer kommiserurin á granskingar- og nýskapanarøkinum, Máire Geoghegan-Quinn, at hava tíðindafund um Horizon 2020, ið sum kunnugt, fer at avloysa FP7 við árslok 2013. Hetta hendir eftir at kommmissiónin í dag góðkennir lógargrundarlagið handan Horizon 2020, sum fevnur um árini 2014-2020.

Gransking og menning er kjarnan í vakstrarætlanini hjá ES ‘Europa 2020’. Gransking og menning skulu styrkja um kappingarføri hjá ES og skapa nýggj arbeiðspláss, samstundis um samfelagligir trupulleikar, so sum orkuspurningurin, veðurlagsbroytingar og burðardygg menning, verða viðgjørdir.

Roknað verður við, at peningamongdin fyri komandi sjey ára skeið tvífaldast frá € 375 mia. til € 750 mia., samstundis sum størri dentur verður lagdur á fleksibilitet og eina meira einfalda skipan fyri fólk sum arbeiða við gransking og menning.

Skráin fyri tíðindafundin í dag er hendan:

- Máire GEOGHEGAN-QUINN, Member of the EC in charge of Research and Innovation
- Antonio TAJANI, Vice-President of the EC in charge of Industry and Entrepreneurship
- Androulla VASSILIOU, Member of the EC in charge of Education, Culture, Multilingualism and Youth

Niðanfyri er er ein slóð til eina síðu har møguleiki er at fylgja við í tiltakinum.

http://ec.europa.eu/avservices/ebs/schedule.cfm?page=1&date=11/30/2011&institution=0#101879

Les meir um arbeiðið við Horizon 2020 her: http://ec.europa.eu/research/horizon2020/index_en.cfm?pg=home

Her er eitt tíðindaskriv sum er almannakunngjørt í samband við tíðindafundin í dag, sum gevur eitt yvirlit yvir ætlanirnar hjá kommissiónini.