90b37226e7b53544cb90263147c40157.PNG
Skriva út
Lagt út: 31.01.2017

Tíðarritið 'research*eu' við tveimum útgávum

Tíðarritið ‘research*eu’ hevur tvey nýggj bløð. Results Magazine og Focus Magazine

Results Magazine vísir verkætlanir, ið eru stuðlaðar úr ES. Stórur dentur verður lagdur á pólargransking og onnur veðurlagsevni. Læknavísindaligi parturin inniheldur m.a. grein um, hvussu gen-innspræning í heilan møguliga kann steðga Alzheimers sjúkuni. Orka, umhvørvi og samfelag fylla eisini í blaðnum hesaferð saman við nýggjum tøkniligum loysnum.

Focus Magazine viðgerð eitt átak, sum nevnis CAPS – Collective Awareness Platforms for Grassroots Innovation. Tað snýr seg um pallar við borgarum sum drívmegi. Aðalmálini í CAPS eru: felags tilvitska, burðardygd, tvørfaklig atlit, opnir net-pallar og sosial menning.

Les tíðarritini her