Tíðarrák er evnið á ársins Vísindavøku
Evnið á Vísindavøkuni 2022 verður Tíðarrák.
Tíðarrøðir hava alstóran týdning fyri gransking. Tíðarrøðir eru lutir, skjøl, mátingar, myndir og upptøkur, ið verða savnað og skrásett regluliga. Tær gera tað gjørligt hjá granskarum at greina tilgongdir, sum hava týdning fyri at skilja fortíð og nútíð og síggja rák, ið leiða inn í framtíðina.
Á Vísindavøkuni 2022 verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð.
Vísindavøkan verður hildin í Løkshøll í Runavík í ár fríggjadagin tann 23. september.