Skriva út
Lagt út: 09.07.2024

Tey eldru trívast betri á arbeiðsmarknaðinum

Tey eldru trívast betri á arbeiðsmarknaðinum enn tey ungu. Yngru arbeiðstakararnir í Føroyum uppliva partar av bæði sálarliga og sosiala arbeiðsumhvørvinum at vera meira tyngjandi enn tey eldru.

Yngri arbeiðstakarar uppliva at hava fleiri avbjóðingar í sambandi við, hvussu arbeiðið er skipað og í arbeiðinum sum heild. Tey yngru hava munandi verri uppliving av meining og hugbinding í arbeiðinum, strongd, nøgdsemi við arbeiðið og sálarliga arbeiðsumhvørvið og tvídráttir millum arbeiðslív og heimalív.

Tað er ein av niðurstøðunum í eini landsumfatandi spurnakanning um arbeiðsumhvørvi, trivnað og heilsu hjá arbeiðstakarum í Føroyum. Kanningin er tann fyrsta av sínum slagi millum føroyskar arbeiðstakarar. 

Úrslitini av kanningini verða samanborin við líknandi kanningar í Danmark. Føroyskir arbeiðstakarar meta seg sum heild at hava vánaligari heilsu enn danskir arbeiðstakarar og uppliva í eitt sindur størri mun kenslulig krøv í arbeiðinum. Samstundis benda úrslitini tó á, at føroyskir arbeiðstakarar sum heild uppliva at hava betri samstarv við starvsfelagar sínar enn donsku arbeiðstakararnir. 

Hóttanir og happing

Útbreiðslan av neiligari atferð sum harðskapi, hóttanum, happing og mismuni er størri millum arbeiðstakarar í Føroyum enn í Danmark. Hóttanir er tann neiliga gerðin, ið oftast kemur fyri hjá arbeiðstakarum í Føroyum. Úrslitini benda eisini á, at kvinnuligir arbeiðstakarar í Føroyum eru meira útsettar fyri neiligari atferð enn mannligir arbeiðstakarar. Eisini yngri arbeiðstakarar eru oftari fyri neiligari atferð á arbeiðsplássinum enn eldri arbeiðstakarar.

Føroyskir arbeiðstakarar meta seg í eitt sindur størri mun enn teir donsku at hava likamliga tyngjandi arbeiði. Yngri arbeiðstakarar eru meira tyngdir av teirra likamliga arbeiðsumhvørvi enn eldri arbeiðstakarar. Serliga arbeiðstakarar yngri enn 34 ár uppliva pínu í arbeiðinum.

Arbeiðstakarar, ið hava handaligt arbeiði, meta seg í størri mun enn aðrir starvsbólkar at hava vánalig trygdarviðurskifti á arbeiðsplássinum. Munandi fleiri í hesum starvsbólki enn í øðrum bólkum hava verið fyri minst einum arbeiðsóhappi. Týðiligar ábendingar eru um, at ótroyttir møguleikar eru fyri at betra um viðurskiftini hjá hesum starvsfólkunum til tess at tryggja arbeiðsumhvørvið og fyribyrgja arbeiðsóhappum.

Færri sjúkudagar

Fleiri fyrimunir eru tó eisini við arbeiðsumhvørvinum í Føroyum í mun til í Danmark. Sjúkudagarnir eru færri í Føroyum, strongdin minni, arbeiðsnøgdsemið størri og samstarvið við starvsfelagar betri.

Frágreiðingin um arbeiðsumhvørvi, heilsu og trivnað hjá arbeiðstakarum í Føroyum byggir á eina spurnablaðskanning, sum allir arbeiðstakarar í Føroyum høvdu møguleika fyri at luttaka í. 42,8 prosent av teimum spurdu prosent luttóku í kanningini.

Kanningin er fíggjað av Granskingarráðnum, Vellivforeningen, Betri Stuðul og Fakfelagssamstarvinum.

Simone Vestergaard Christiansen, Pál Weihe, Thomas Clausen, Bo Netterstrøm og Annika Helgadóttir Davidsen hava staðið fyri kanningini. 

Kanningin "Arbeiðsumhvørvi í Føroyum" kann lesast her.