863d894b82bd3c2d7fe0393169bee744.jpg
Skriva út
Lagt út: 13.04.2010

Tema: Telduspøl


Nógv verður kjakast um, hvørja ávirkan telduspøl hava á tey, sum spæla hesi spøl. Millum vísindafólk er hetta eisini eitt evnið, sum granskað verður í.

Á danska vísindaportalinum, videnskab.dk, er ein temasíða um telduspøl har spurningar, um eitt nú hvussu slík spøl ávirka spælarar.

Fyrr vóru telduspøl mest brúk til undirhald, men nú verða fleiri spøl brúkt í skúlunum, til at íðka við og fyri at halda sambond við onnur menniskju.

Í fleiri ár hava spølini verið ein partur av gerandisdegnum hjá bæði børnum og vaksnum, hjá monnum og kvinnum. Á temasíðuni hjá videnskab.dk, kanst tú lesa um ymiskar greinir grundaðar í gransking innan telduspøl.

Temasíðan er býtt upp í 10. partar, har m.a. evni sum hesi verða viðgjørd:

  • Ov nógv av tí góða

  • Bitin av telduspølum

  • Søgan hjá telduspølum

  • Teldu-motión

  • Læring og telduspøl

Vitja temasíðuna hjá videnskab.dk her.