68a2d24985fa6e19e2e6f2f4a3061d4d.jpg
Skriva út
Lagt út: 22.04.2009

Telduspøl økja um lærihugin

Telduspøl hava stórt potentiali innan skúlagátt. Fleiri lærara uppliva nevniliga, at næmingar, ið hava trupult við at savna seg um undirvísingina,  lættliga kunnu fordjúpa seg í telduspølum. Kanningar hava eisini víst, at mátingar kunnu gerast av, hvussu telduspøl økja um skapanarevni hjá teimum sum spæla spølini.

Men telduspølini standa eisini fyri eini avbjóðing. Tað sigur, Lasse Juel Larsen, ið er magistari í bókmentafrøði við Knowledgelab á Syddansk Universiet. Hann er ein av teimum donsku granskarunum, ið arbeiða við menningini av telduspølum til undirvísing og læring.

- Tað ræður um, at spølini ikki bera brá av at verða ætlað til undirvísing, men at tey harafturímóti geva næmingunum eina kenslu av, at tað tey gera er áhugavert. Læringin skal fara fram á ein slíkan hátt, at børnini framhaldandi halda, at spælið er áhugavert. Tí, um tey kenna seg lumpaði til at læra, so missa tey motivatiónina at spæla, sigur Lasse Juel Larsen við videnskab.dk

Á føroyska skúlaportinalinum, Snar.fo, eru fleiri slóðir til spæl, sum eru gjørd til læra eitt nú støddfrøði og landalæru.

Les alla søguna her: videnskab.dk