7b3f40be522fc0f82f309b1aac5e1573.jpg
Skriva út
Lagt út: 25.01.2012

Technology Cooperation Days 2012

Finn samstarvsfelagar innan europeiska gransking, menning og tøkniligt samstarv

Á Technology Cooperation døgnum 2012 eru góðir møguleikar hjá lítlum og miðalstórum fyritøkum og granskingarstovnum at finna samstarvsfelagar innan tøkniligt og vísindaligt samstarv saman við vinnufyritøkum á frammanundan tilrættaløgdum ein-til-ein fundum. Tiltakið verður í Hannover samstundis sum Hannover Messan verður hildin í døgunum 24. til 26. apríl 2012.

Hesin meklarafundurin er serliga ætlaður teimum, sum arbeiða við at menna tøkniligar loysnir fyri orkunýtslu á virkjum og í ídnaðarligari framleiðslu. Her verður m.a. hugsað um:
- Energy efficiency & renewable energies in industrial buildings
- Energy efficiency in factories and industrial production
- Materials technology for energy efficiency
- Services, advice, financing, funding for energy efficiency
- Ideas, proposals and partnerships for projects within FP7, IEE or other funding schemes

Síðani Technology Cooperation Days á fyrsta sinni vóru hildnir í 2002 hava umleið 1500 luttakarar luttikið á slíkum ein-til-ein fundum og eru fleiri altjtóða samstarvsavtalur gjørdur eftirfylgjandi. Í 2012 verður tiltakið skipað av Enterprise Europa Network í samstarvi við C-Engery+ og GBE-Factory.

Møguleiki er at skráseta seg á hesi heimasíðuni: www.technologycooperationdays.com

Seinasta freist fyri skráseting er 10. apríl 2012.

Luttøkugjald fyri hvønn stovn € 50 umframt meirvirðisgjald.

Nærri kunning fæst á nevndu heimasíðu: www.technologycooperationdays.com og í hesum faldara.