265978d6bf241f9454fd31e7141eade7.jpg
Skriva út
Lagt út: 30.03.2009

Tannáringar lurta eftir foreldrum um royking

Tannáringar lurta eftir tí, sum foreldur teirra halda um royking og halda, at foreldur teirra eiga at royna at tala børnini frá at byrja at roykja. Hetta vísa svensk granskingarúrslit. 

Granskingin vísir eisini, at næstan øll tey, sum roykja, fyrstu ferð royndu at roykja, meðan tey gingu í skúla, og at børn sera skjótt gerast  bundin av nikotini.

Nógv foreldur halda, at tey hava lítla og onga ávirkan á, hvussu teirra tannáringa-børn liva lívið, og at børnini ikki vilja hava foreldrini at plága tey um eitt nú royking. Hendan gransking, sum granskiarar við Lærda Háskúlan í Umeå í Svøríki hava staðið fyri, kannaði hugburðin hjá svenskum tannáringum til, hvussu foreldrini bóru seg at í mun til atburðin í sambandi við royking hjá børnunum. 

Bróðurparturin av tannáringunum stuðlaði, at foreldrini blandaðu seg uppí fyri at fáa børnini at lata vera við at roykja. 

Sambært tannáringunum í hesari granskingarverkætlanini eiga foreldrini at royna at sannføra børnini um ikki at roykja. Eisini eiga tey at nokta børnunum at roykja heima við hús, umframt at lata vera við at roykja sjálvi.

Les meira her.