Tann góða FP7 umsóknin - skeið í Reykjavík
Mikudagin 12. august 2009 verður skeið í at skriva umsókn til FP7 fígging. Skeiðið verður á Háskóla Íslands í Reykjavík. Tað er Rannís, íslendska granskingarráðið, sum skipar fyri hesum skeiði.Skeiðið fer fram á enskum, og skeiðsleiðari er Dr. Sean McCarthy frá Hyperion Ltd. í Írlandi. Les meira um Hyperion her.
Luttakaragjaldið er 25.000 íslendskar krónur, sum er umleið 1.100 danskar krónur. Gjaldið fevnir um skeiðstilfar, mat á døgurða, vatn og kaffi. Melda til á alla@rannis.is fyri 10. august. Luttakaratalið er avmarkað.
Meira er at lesa um skeiðið á íslendskum her.