15ac5582528bf6880322f1275c0a32bd.png
Skriva út
Lagt út: 18.06.2014

Tá ið heilin hevur fingið løst

Tá ið eitt menniskja fær løst í heilan, eru stór sannlíkindi fyri, at tað vil taka ár at koma fyri seg, - um tað kemur fyri seg í heila tikið. Men rætta viðgerðin í avgerandi tímunum aftaná eina vanlukku kann gera munin.

Í Evropa er “traumatic brain injuries” (TBI) orsøk til fýra ferðir so nógv deyðsføll sum sukursjúka og telur fyri fleiri mist virkin ár, enn aðrar sjúkur tilsamans.

Viðgerðin av løsti í heilanum er sera trupul, tí heilin er so samansettur og skaðarnir eru so ymiskir. Heldur ikki hevur nóg nógv orka verið nýtt til gransking og menning innan økið.  
 
Nú hevur ein verkætlan, sum ES hevur stuðlað gjøgnum FP7 granskingarskránna, ment nýggja tøkni og víst á góð úrslit í sambandi við sjúkugreining og forsøgn um viðgerð. Verkætlanin nevnist TBICARE og er samstarv millum átta partnarar úr Finnlandi, Fraklandi, Litava og Onglandi. Dátur eru savnaðar frá hundraðtals sjúklingum og nýttar at menna eina tøkniliga skipan, sum skal verða nýtt á skaðastovuni og geva skjóta greining av royndum, so rætta viðgerðin verður sett í verk, áðrenn skaðin verður ov stórur.

Granskararnir vænta, at teirra úrslit í framtíðini vilja geva neyvari sjúkugreining og betri viðgerð, sum fer at kollvelta økið. At bøta um viðgerðina í sambandi við løst í heilanum vil ikki einans vísa seg í mun orku til sjúklingarøkt. Talan er um at vinna kostnaðarmikil virkisár, at bøta um lívsgóðskuna hjá einstaka menniskjanum og fyribyrgja deyða, umframt at tað fer at hava stóran týdning fyri tey avvarðandi hjá sjúklinginum.     

Tólini verða nú royndarkoyrd og góðkend. TBICARE verkætlanin verður liðug í august 2014.

Kelda: Cordis