SYNTHESYS - ein møguleiki hjá náttúruvísindafólki
Evropeiska verkætlanin SYNTHESYS hevur aftur møguleika at veita fíggjarligan stuðul til styttri vitjanir á granskingarstovnum og søvnum uttanlands.
Hetta er seinasta umfar og er umsóknarfreistin sett til 13. oktober 2016, kl. 17.00.
SYNTHESYS bjóðar granskarum í Evropa at royna styttri uppihald á einum av teimum 18 stovnunum, sum luttaka í verkætlanini, fyri at gagnnýta infrakervi, savnindi, serfrøðingar og greinandi hentleikar/amboð á staðnum, sum lið í granskingini her heima.
Útboðið lat upp 21. juli 2016 og verður stuðul latin til eina vitjan, so má vitjanin verða gjøgnumførd í seinasta lagi í juli 2017.
Umsóknarblað liggur her
Les meira um SYNTHESYS verkætlanina her