Symposium í sambandi við at Pál Weihe, yvirlækni, verður seksti
Í samband við at leiðarin á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Pál Weihe, yvirlækni, fyllir seksti, skipar Fróðskaparfelagið fyri almennum fundi í Skálanum í Norðurlandahúsinum sunnudagin 30. august, kl. 14:00 – 18:00.
Fundurin verður á enskum og hevur heitið: Faroese research on health and the environment - Symposium on multidisciplinary and international perspectives. Fyrilestrahaldarar koma úr USA, Japan, Svøríki, Danmark og Føroyum.
Sí skrá.
Pál Weihe varð borin í heim í Sørvági fyri 60 árum síðani. Hann tók prógv sum lækni í 1977 og bleiv serlækni í arbeiðsmedicin/samfelagsmedicin í 1987. Hann hevur verið yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu síðan 1988, granskingarlektari á Syddansk Universitet síðan 1995 og gestagranskari á Harvard Universitet síðan 2004.
Í 1985 byrjaði hann kviksilvurkanningarnar í heimbygdini. Hesi úrslit høvdu við sær, at fyrsta burðarkohortan við 1.022 móðir/barn pørum varð stovnað í 1986-87. Síðan eru fleiri kohortir komnar afturat, soleiðis at í dag eru út við 2300 børn við í hesum kanningum. Sum árini eru liðin, hevur Pál drigið fleiri altóða starvsfelagar til Føroya og hevur skipað fyri ráðstevnum í Tórshavn, sum hava verið væl vitjaðar. Hann hevur givið út greinar í nógvum altjóða tíðarritum saman við granskarum frá øðrum londum. Fyrsta greinin um kviksilvureitran frá 1997 verður endurgivin í nærum 700 vísindaligum greinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin