6d0f1c9fac66f4d54d651e187e7bc119.jpg
Skriva út
Lagt út: 02.11.2011

Svartkalvi og hiti í sjónum

Havstovan merkti 84 svartkalvar í august 2011 við goymslumerkjum, sum m.a. skráseta hita og dýpi eina ferð um tíman. Svartkalvarnir vórðu merktir norður-eystur úr Føroyum við garnaskipinum “Oknini”, og dýpið var 500-600 m. NORA, sum hevur høvuðsskrivstovu í Føroyum, fíggjaði verkætlanina. Fyri at stuðla fólki í at lata hesi merkir innaftur letur Havstovan 1000 kr. fyri merki+fisk. Tilsamans fimm svartkalvar eru fingniraftur higartil (27. oktober 2011) og ferðingin hjá fýra av teimum er víst ámyndini niðanfyri.

Teir fýra svartkalvarnir hildu seg fyri tað mesta á 400 til 500 m dýpi og sjóvarhitin lá vanliga millum –0,5 og 6 oC, sí hinar tvær myndirnar. Hetta merkir, at svartkalvi heldur til í blandingslagnum millum djúpan og kaldan, arktiskan, sjógv og heitan (> 4 oC), atlantiskan sjógv, sum er oman fyri tann kalda sjógvin.

Svartkalvi er at rokna sum ein arktiskur fiskur, sum trívistbest í ísakøldum sjógvi. Hinvegin livir hann av at eta fisk, sum vanliga er svartkjaftur, men eisini sild og makrelur. Hesir fiskar halda til í tí heita sjónum. Hetta merkir, at svartkalvin má “fara inn í hitapottin” eftir føði og síðansleppa sær aftur í kaldan sjógv meðan væl er.

Tann minsti svartkalvin (J0136, 59 cm) helt seg í kaldari sjógvi enn hinir og aðrar kanningar vísa tað sama: at tann stóri svartkalvin við Føroyar heldur seg í heitari sjógvi (tvs. grynri) enn tann smái svartkalvin. Orsøkin er ikki kend, men kann vera, at stórur svartkalvi etur meira stórtfallandi føði (fisk). Stórtfallandi føði er verri (seinni) at sodna enn smáttfallandi føði, og hesum kann tann stóri svartkalvin leggja upp fyri við at halda seg í heitari sjógvi enn smáur svartkalvi.