26a3352e56ed3c8fd6ae9750d01cda25.jpg
Skriva út
Lagt út: 29.09.2010

Styrkivenjing gevur varandi úrslit


Vøddar minnast, at teir hava verið sterkir, leingi eftir at ein er givin við at venja. Nýggj granskingingarúrslit innan vøddakyknur kunnu ávirka bæði almenn venjingarráð og altjóða reglur innan doping.

Hevur tú styrkivant sum ungur, hevur tú størri møguleikar fyri at uppbyggja vøddarnar seinni í lívinum. Tað vísir norsk gransking.

Vøddarnir minnast, at tú hevur styrkivant í nógv longur tíð, enn higartil hevur verið hildið, sigur Kristian Gundersen, sum er granskingarleiðari av granskingarverkætlanini, og sum er professari í lívfrøði á Universitetinum í Olso.

Vøddakyknur eru størstu kyknurnar í kroppinum. Tá vøddarnir vaksa hava teir tørv á fleiri kyknukjarnum fyri at kunna framleiða nóg mikið at proteinum. Tað er nevniliga proteinur, sum avgera hvussu sterkur vøddin er. Tað skrivar Videnskab.dk.

Áður hava granskarar hildið at vødda-kyknu-kjarnirnar hvørva, tá hildið verður uppat at venja.
Við hesi vitanini fáa vit eisini eina vísindaliga frágreiðing uppá, hví tað er lættari hjá teimum, sum fyrr hava verið væl fyri likamliga, at koma aftur í góðan form.

- Stóra talið á vøddakyknukjarnum, sum enn finnast í vøddunum, ger, at ein skjótari kann uppaftur venja vøddarnar, greiðir Kristian Gundersen frá.

Granskarnir gera hesar niðurstøður eftir, at teir hava gjørt kanningar við mýs.

Úrslitini seta eitt nú spurnartekin við tíðina, sum ítróttarfólk skulu útihýsast eftir tey eru tikin í doping, eitt nú við anabolskum steroidum, sum økja um talið á kyknukjarnum í vøddum, útyvir tað sum kann skapast við vanligari venjing. Um hesar kyknukjarnirnar eru í vøddunum restina av lívinum, so er spurningurin um ítróttarfólkini skulu útihýsast líka leingi.

Kelda: videnskab.dk