Stuðul úr Horizon 2020 til fyritøkuna Tökni
30 mió. kr. í játtan til verkætlan um burðardygga orkuskipan
Fyri stuttum fekk verkætlanin REEEM, sum Tökni luttekur í, játtað á leið 30 mió. kr. frá Horizon 2020 granskingargrunninum hjá ES.
Høvuðsendamálið við REEEM er at geva eina greiða, breiða og víðfevnda fatan av heildaravleiðingum av orkuætlanum, ið ES brúkar í skiftinum fram ímóti at gerast eitt kappingarført og burðardygt samfelag, ið javnvigar umhvørvislig, búskaparlig og menniskjanslig atlit. Hetta verður gjørt við modellgrundaðari greining.
Tökni er leiðari av tí partinum av verkætlanini, sum hevur við áhugamálsbólkar og útbreiðslu av verkætlanini at gera, og skal í hesum sambandi menna ein sokallaðan “Stakeholder Interaction Portal”, ið er ein web platformur, ið skal virkað sum upplýsingarmiðdepil fyri alt innan- og uttanhýsis samskifti
Tökni skal menna eina skipan, sum ger tað gjørligt at meta um framtíðartøkni og langtíðarætlanir tvørtur um økini, ið eru ávirkað (umhvørvið, búskapur, samfelag).
Harumframt skal Tökni menna eina lærusimulering, ið er grundað á orkufrøði og hjálpir til við at greiða frá eitt nú tvørfakligu viðurskiftunum og bundinskapum í einari orkuskipan.
Íalt luttaka stovnar og feløg frá 11 ymiskum londum (Svøríki, Finnland, Danmark, Kroatia, Holland, Litava, Týskland, Stóra Bretland og Føroyar).
Verkætlanin byrjar tann 1. februar komandi ár og varir í trý og eitt hálvt ár.
Samskipari og fyrisitingarleiðari av verkætlanini er Kungliga Tekniska högskolan (KTH) í Svøríki.
Les um fyritøkuna Tökni og REEEM verkætlanina her
Mynd: Umframt at luttaka í verkætlanini REEEM, sum snýr seg um orkuskipanir, luttekur Tökni eisini í verkætlanini Mareframe, har tey millum annað menna eitt fiskivinnulæruspæl.