Stuðul til kanning av títtleikanum av demens á eldraøkinum
Granskingarráðið hevur játtað Alzheimerfelagnum stuðul til verkætlanina: “Kanning av títtleikanum av demens á eldraøkinum í Føroyum”.
Stuðulin, kr. 398.841, er játtaður frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, sum er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.
Tað er Alzheimerfelagið, sum stendur fyri verkætlanini, sum fer at verða framd í samstarvi við Kommunufelagið og við Mariu Skaalum Petersen, granskara á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu sum verkætlanarleiðara.
Alzheimerfelagið sigur m.a. soleiðis um verkætlanina:
1. januar 2015 fingu kommunurnar eldraøkið at umsita, og eru tað 8 landafrøðilig økir, sum saman við heilsu- og almannaverkinum skulu tryggja ein samanhangandi innsats til fólk við demens.
Alzheimerfelagið sær tað sum ein grundleggjandi fyritreyt at fáa hagtøl til vega um, hvussu nógv fólk eru rakt av demens í Føroyum. Hetta er neyðugt, so at átøkini, sum mælt verður til í
“Demensvinarligt samfelag – gloymsk men ikki gloymd”, byggja á eitt objektivt grundarlag, soleiðis at myndugleikar og stovnar hava neyðugu grundvitanina og kunna gera neyðugu raðfestingarnar. At økið er lagt út til kommunurnar merkir samstundis, at tað er ein størri avbjóðing at fáa savnað tøl og dáta, tí tað ikki er tøkt er á einum og sama stað.
Endamálið við hesi kanning er sostatt at fáa eitt yvirlit yvir títtleikan av demens á eldrabýlum runt allar Føroyar. Somuleiðis er endamálið at fáa til vega hagtøl, sum kunna aldursgreina tey, ið eru rakt av sjúkuni – bæði við at gera kanningar, men eisini útfrá ymiskum álítandi keldum, sum longu eru í skipanini, men sum ikki eru savnaðar á einum stað.
Ein kann siga, at hetta átti at verið ein landsuppgáva, ein almenn uppgáva, men tað almenna hevur enn ikki tikið stig til hettar. Vit meta, at tað er av alstórum týdningi at fáa hesi hagtøl til vega sum skjótast, og tí hevur Alzheimerfelagið søkt Sjúkrakassagrunnin um stuðul, soleiðis at vit sjálv kunnu taka stig til at fáa hetta gjørt. Tað eru Alzheimerfelagið, sum stendur fyri kanningini saman Mariu Skaalum Petersen, granskara. Hon granskar innan demens í Føroyum og kennir tískil til økið og evnið. Sofus Joensen, psykiatari, frá Demensklinikkini er fakligur ráðgevi. Ein demenssamskipari verður settur í stav til at fremja hesa kanning.
Alzheimerfelagið metir, at hagtøl kunnu verða ein hjálp í samband við raðfestingar á eldraøkinum, hvussu eldrabýlini verða innrættað/skipað o.s.fr. Um tøl vóru tøk, um hvussu nógv fólk við demens búgva á eldrabýlum í Føroyum, hevði tað ført við sær, at bæði tann politiska skipanin, leiðslur og eisini starvsfólk høvdu sæð annarleiðis uppá hesa stóru avbjóðing. Í summum førum er meirilutin av búfólkunum á eldrabýlum demensrakt, hóast bert eitt minni tal av plássum eru eyðmerkt til fólk, rakt av demens. Vit meta, at hagtøl kunnu viðvirka til, at ein alneyðug hugburðsbroyting kann fara í gongd. Ein avleiðing kundi verið, at ístaðin fyri at hava ein lítlan part av búplássunum til demens, vórðu smærri eindir gjørdar fyri tey, ið ikki hava demens, meðan hini plássini vórðu nýtt sum demenspláss. Hettar hevði eftir okkara meting komið báðum bólkum til góðar.
Umframt at fáa hagtøl til vega, fer hendan kanningin væntandi at varpa ljós á demens í Føroyum og stuðla undir, at fleiri verða víst til demensgreinan. Tað er av stórum týdningi, at fólk fáa staðfest sjúkuna so skjótt sum gjørligt, tí hjá fólki við eitt nú demens er skjót og góð hjálp avgerandi fyri eini nøktandi gongd. Millum annað kann sjúkugongdin seinkast nøkur ár við medisinskum viðgerðarmøguleikum; tað er serliga galdandi fyri Alzheimers sjúku. Hetta gagnar einstaka sjúklinginum, og hagtøl vísa, at tað eisini loysir seg fíggjarliga at seta inn tíðliga. Kann sjúklingurin verða sum longst heima, kunnu t.d. sparast røktarheimspláss.
Høvuðsøki 1
Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.
Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.
Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her
Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her