Stuðul til kanning av sjúklinga-nøgdsemi á Psykiatrisku deild
Granskingarráðið hevur játtað Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar stuðul til kanningarverkætlan við heitinum “Sjúklinganøgdsemi við røkt og viðgerð millum innlagdar sjúklingar á psykiatriskari seingjardeild?”.
Stuðulin, kr. 225.360, er játtaður frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, sum er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.
Tað er Marja Lund Gjógvará, sum er verkætlanarleiðari. Saman við henni um verkætlanina er Laila Havmand. Verkætlanarskeiðið er umleið eitt ár. Stuðulin frá Sjúkrakassagrunninum skal ítøkiliga nýtast til løn til viðgerð av innsavnaðum tilfari frá eini spurnarblaðskanning millum innlagdir sjúklingar á seingjardeild og til skrivipartin av verkætlanini.
Tær siga soleiðis um verkætlanina:
"Endamálið er at lýsa nøgdsemi við røkt og viðgerð millum innlagdar sjúklingar á psykiatriskari seingjardeild. Úrslitið av kanningini kann nýtast til at lýsa tey evni, ið eru viðkomandi fyri upplivda nøgdsemi innan økini: virðing/tign, tryggleiki, luttøka, recovery og viðgerðarumhvørvið.
Øki, ið hava tørv á møguligari menning kunnu gerast sjónlig og sostatt kann henda kanningin møguliga virka sum liður í at bøta um veitingardygd heilsuverksins, har/um tað er neyðugt, fyri tey, ið alt snýr seg um, nevnliga sjúklingin. Verkætlanin kann somuleiðis vera við til at varpa ljós á hugburð hjá psykiatriskum sjúklingum mótvegis røkt og viðgerðartilboðnum á einari psykiatriskari seingjardeild í Føroyum, sæð út frá gransking."
Høvuðsøki 1
Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.
Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.
Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her
Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her
Mynd: Ole Wich (c) - frá tiltakinum Ljóð, litir og bati - umvæling av fysiska umhvørvinum á P40.